KÍ kann gerast føroyameistari í kvøld

KÍ kann gerast føroyameistari í kvøld
Vinnur KÍ á Dungasandi í Sørvági á 07 Vestur, er 22 meistaraheitið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag veruleiki
KÍ kann vinna 22 meistaraheitið í kvøld.
Mynd: KÍ  
 
03.10.2025 - 13:25

KÍ kann gerast føroyameistari í mansfótbólti í kvøld.

Vinnur KÍ á Dungasandi í Sørvági á 07 Vestur, er 22 meistaraheitið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag veruleiki.

Dysturin millum 07 Vestur og KÍ byrjar klokkan 19 í kvøld, og útvarpið hjá Kringvarpinum fer at senda beinleiðis frá dystinum.

 

Tríggir dystir

Tríggir dystir í 25 umfari í Betrideildini verða spældir í kvøld. Í Runavík spæla NSÍ og B36, og í Havn verður dystur millum HB og B68. Teir dystirnir byrja klokkan hálvgum sjey. 

Fjórði og fimti dysturin í hesum umfarinum verða spældir sunnudagin. FC Suðuroy og EB/Streymur spæla í Vági klokkan 13, og Víkingur og TB spæla í Gøtu klokkan 16.

Trý umfar eru eftir at spæla. Landskappingin í fótbólti endar 25 oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751