Avrættður fyri at hava dripið eina familju

Avrættður fyri at hava dripið eina familju
Arizona framdi í gjárkvøldið fjórðu avrættingina í USA hesa vikuna
 
18.10.2025 - 11:47

Maðurin varð dømdur fyri at hava dripið fýra limir í somu familju í 1993. Í brævi í farna mánaði bað 55 ára gamli Richard Djerf um umbering fyri sínar gerðir. Hann segði seg vera til reiðar at doyggja og fór ikki at biða um náði.

- Eg síggi onga orsøk til at verja mítt lív, hvørja orsøk kunnu onnur hava, skrivaði hann. 

Djerf hevur sagt, at drápini fyri 32 árum síðani vóru hevnd fyri eitt innbrot, sum hann helt, at starvsfelagi hansara Albert Luna hevði framt. Umframt Albert Luna vórðu kona hansara Patricia Luna og børnini Rochelle (18) og Damien (5) dripin, og síðani royndi Djerf at seta eld á húsini hjá teimum, men tað miseydnaðist. Djerf var avrættur við eiturinnspræning.

Fyrr í vikuni vórðu tríggir menn avrættaðir í statunum Florida, Missouri og Mississippi. Higartil í ár eru 39 deyðadómar framdir í USA, av teimum eru 14 í Florida.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037