Breddin: Suðuroyartunnilin og farleiðir

Breddin: Suðuroyartunnilin og farleiðir
Á kunningarfundinum týsdagin vóru løgtingsfólk kunnað um tað nýggjasta í málinum um Suðuroyartunnilin, og i morgin skal støða takast til, hvør farleið skal bjóðast út
 
23.10.2025 - 08:48

Málið um Suðuroyartunnilin er aftur á skránni.

Málið datt burtur á ólavsøku, tí tað kom ikki aftur, áðrenn tingsetan var liðug, men tað verður lagt fyri tingið fyrsta dagin, sigur løgmaður. 

Tingfólk vildu hava eina alternativa leið kannaða betur, áðrenn tey tóku støðu um at bjóða leiðina út - millum annað tí ein skjóttarbeiðandi bólkur, sum løgmaður setti, kom til ta niðurstøðu, at tað ber til at stytta byggitíðina við at fara upp í Skúgvoy, um borað verður úr Skúgvoy eisini.

 

Kunningarfundur

Týsdagin var løgtingið á kunningarfundi í Tinganesi, har tingfólk millum annað kundu seta spurningnar og gera viðmerkingar til eitt avgerðarnotat, sum lýsir tær báðar farleiðirnar, við og uttan at bora úr Skúgvoy, og í morgin skulu tey taka støðu til, hvør farleið skal bjóðast út. 

Tað hava longu verið atfinningarsamar røddir frammi um samanberingarnar av farleiðunum, og spurnartekn eru sett við fleiri viðurskifti - millum annað mangla váðametingar, og kostnaðarmetingin verður mett at vera ov bjartskygd og byggja á eitt ov veikt grundarlag.

Eru tingfólk til reiðar at velja farleið nú?

Og hvat sigur løgmaður til atfinningarnar?

Tað spyrja vit í Breddanum í dag klokkan 10.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531