Senatið samtykti at ógilda toll á Brasil

Senatið samtykti at ógilda toll á Brasil
Uppskotið verður væntandi steðgað í umboðsmannatinginum, og forsetin hevur møguleika at brúka sýtingarrættin
Uppskotið var samtykt í senatinum, men tað kemur neyvan ígjøgnum í umboðsmannatinginum.
Mynd: Reuters  
 
29.10.2025 - 13:59

Í gjárkvøldið atkvøddi amerikanska senatið fyri einum lógaruppskoti, um at seta úr gildi tollin, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur lagt á Brasil.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Trump legði í juli 50 prosent toll á vørur úr Brasil sum aftursvar til dómin móti fyrrverandi forsetanum í Brasil, Jair Bolsonaro. Fyrrverandi forsetin varð dømdur fyri at hava roynt at fremja hernaðarliga kollvelting í Brasil.

Republikanararnir hava meiriluta í senatinum. Sambært The Guardian atkvøddu 48 ímóti lógaruppskotinum, meðan 52 atkvøddu fyri. Tað vil siga, at fimm republikanarar atkvøddu saman við demokratunum fyri uppskotinum.

 

Steðgað í umboðsmannatinginum

Uppskotið skal víðari til umboðsmannatingið, har tað sambært The Guardian væntandi verður steðgað. 

Republikanararnir hava áður boðað frá, at teir fara ikki øvutan veg aftur við tollinum. 

Trump kann eisini nýta sýtingarættin, veto, ímóti lógini, so tað er lítið sannlíkt, at lógaruppskotið verður samtykt, og tollurin verður strikaður.

Trump hevur higartil ikki gjørt viðmerkingar til avgerðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308