Jónhild hevur leitt Taborkórið í 25 ár

Jónhild hevur leitt Taborkórið í 25 ár
Eingi krøv verða sett til limirnar í kórinum. Tá øll syngja saman, ljóðar tað væl, sigur kórleiðarin
 
30.10.2025 - 09:31

Fyri 25 árum síðani var Taborkórið sett á stovn. Í kvøld verður hetta hátíðarhildið við konsert í Fríðrikskirkjuni.

Frá fyrsta degi hevur Jónhild Djurhuus verið kórleiðari, og tað er hon framvegis. Á klaverinum hon øll árini havt Andreu á Regni Højgaard.

- Vit eru sum systrar, sigur Jónhild, sum heldur tað vera ein stóran fyrimun, at tær báðar hava verið saman um Taborkórið hesa tíðina.

Kórið hevur verið ógvuliga virkið í samkømuhøpi. Nógv hevur verið sungið í Tabor, men eisini í øðrum samkomum kring landið. Harumframt hava onkrar uttanlandsferðir verið.

Í kvøld, hóskvøld, klokkan 19 verður konsert í Fríðrikskirkjuni, og í grundini er hetta fyrsta konsert í søguni hjá kórinum.

Vit eru ógvuliga spent, ásannar kórleiðarin, sum kann fegnast um, at kórið í dag telur fleiri enn 50 fólk.
 

1772856

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650