Vegurin í Leirvík enn stongur

Vegurin í Leirvík enn stongur
Vegurin frá Tavuni í Leirvík og til Leirvíkstunnilin var meira dálkaður enn væntað var og tí hevur tikið longri tíð at reinsa vegin, enn mann helt.
Sild á vegnum í Leirvík
Mynd: Jacob Fuglø Jacobsen  
 
30.10.2025 - 20:25

Sildin á vegnum í Leirvík til og við Leirvíkstunnilin er enn ikki liðugt reinsað og tí er vegurin enn stongdur. Vegurin var meira dálkaður enn væntað og tí hevur tikið longri tíð at reinsa vegin, enn mann helt. 

 

Tað eydnaðist at reinsa tað eina sporið og tí bar til at føra ferðslu bæði suður og norð, áðrenn tunnilin var stongdur aftur, sigur vakthavandi hjá løgregluni. 

 

sild_i_leirvik_2.jpg

Caption: 
Mynd: Jacob Fuglø Jacobsen

 

Vakthavandi veit ikki, nær vegurin letur upp aftur, men hann væntar, at tað verður einaferð í kvøld. 

 

Ein lastbilur við trailara, sum var lastaður við sild, misti fyrr í kvøld lastina á vegin frá Tavuni til og við Leirvíksvegin. 

 

sild_i_leirvik_3.jpg

Caption: 
Mynd: Jacob Fuglø Jacobsen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595