Breddin: Suðuroyartunnilin og farleiðir

Breddin: Suðuroyartunnilin og farleiðir
Fleiri vísa á, at valda leiðin kann fáa stóra ávirkan á náttúruna og vanliga gerandisdagin heima á Sandi
Á Sandi stúra tey fyri nógvu ferðsluni í bygdini, um farleiðin við vegi til Djúpadals verður veruleiki. (Savnsmynd)
 
31.10.2025 - 09:20

Nú politisku flokkarnir hava tikið undir við linjuføring 1A fyri Suðuroyartunnilin, úr Djúpadali til Sandvíkar, er greitt, at vegurin til Djúpadals skal vera gjøgnum Sandsbygd og serliga náttúruøkið har.

Ætlanin hevur elvt til bæði misnøgd og stúran hjá borgarum og náttúrufelagsskapum.

Fleiri vísa á, at leiðin kann fáa stóra ávirkan á náttúruna og vanliga gerandisdagin á Sandi.

Samstundis spyrja onnur, um valda leiðin í roynd og veru er tann fíggjarliga skilabesta, tí nýggjar kost/nyttu-kanningar vísa, at alternativa leiðin kundi verið bæði burðardyggari og í longdini eisini bíligari.

Farleiðir í Suðuroyartunlinum er evnið í Breddanum í dag klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040