
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Við sigri á Víkingi tryggjaði KÍ sær gullið í kappingini um Løgmanssteypið og sína fyrstu greipu síðan Kurt Mørkøre, Rógvi Jacobsen og Tony Paris ráddu fyri borgum í 1999.
Mads Boe Mikkelsen og Páll Klettskarð skutu málini hjá klaksvíkingum í eini finalu, sum ikki júst bjóðaði upp á sjampanjufótbólt, men KÍ livdi upp til favorittleiklutin við tryggum og góðum spæli, og so kundi stóra bláa fjøldin fegnast um enn eitt gull undir bjørtu ljósunum á Tórsvølli.
Tey, sum høvdu vónað, at Víkingur, sum hevur verið steypaliðið yvir øllum síðan stovnan í 2008, fór at bjóða av aftur hesa ferð - um ikki annað, tí legendariski verjuskansin Atli Gregersen spældi sín seinasta dyst yvirhøvur - máttu ásanna, at KÍ-liðið heilt einfalt er sterkari á flest øllum plássum og hevði rætt og slætt uppiborið steypið.
Mads Boe setti eld í
Finalan eksploderaði ikki fyrrenn sjey minuttir fyri steðgin.
KÍ, sum ikki hevði funnið lykilin til víkingaverjuna fyrstu 35 minuttirnar, slapp framat í vinstru síðu, og innleggið frá Daniel Johansen fann Mads Boe Mikkelsen, sum setti innaru síðuna á til 1-0.
Føroyameistarin tevjaði nú fyrstu greipuna síðan 1999, og minuttirnar fyri steðgin leikaði hart á frammanfyri Bárð á Reynatrøð í víkingamálinum. Teir ljósabláu yvirlivdu kortini, og kundu leggja nýggj ráð um, hvussu seinni hálvleikur skuldi spælast.
Páll avgjørdi
Eysturliðið flutti eisini fólki eitt sindur longur fram á vøllin, men í glopraregninum vóru tað kortini klaksvíkingar, sum vóru fult so vandamiklir. Ósannlíki málskjúttin Mads Boe Mikkelsen var kanska hann, sum fekk besta kjansin.
Sami maður varð útskiftur, tá eitt korter var eftir, og Patrik Johannesen serveraði eitt gott innlegg fyri føturnar á Filip Brattbakk, men Bárður á Reynatrøð bjargaði væl.
Júst sum tíðin fór, slapp Patrik Johannesen leysur, og tá víkingamálverjin bjargaði, var Páll Klettskarð fyrstur á leysa bóltinum og hóskandi var tað hann, sum kundi avgera fyri klaksvíkingar.
Lítla løtu seinni bríkslaði dómarin, og ovurstóra bláa fjøldin, sum kortini ikki slapp inn á vøllin - kundi halda veistlu, sum var tað 1999.
Tórsvøllur (finalan um Løgmanssteypið)
KÍ - Víkingur, 2-0 (1-0)
1-0 Mads Boe Mikkelsen, 39 min.
2-0 Páll Klettskarð, 90+1