- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elinborg: Errin av at vera systir Eivør

Tað er ongantíð lætt at vera systkin hjá stórum stjørnum, ið hava útmerkað seg innan eitt nú ítrótt, tónleik ella hvat tað skal vera - hvørki her heima ella úti í verð.
Sum lítlasystur Eivør, so verður Elinborg ofta - fyri ikki at siga altíð - bæði samanborin við stórusystrina og spurd um líkleikan.
Í sendingini LEITISSTEIN fríggjadagin, tá Elinborg var gestur í sambandi við, at hon gav út sína fyrstu heildarútgávu, "Í ævir", bleiv hon av einum lurtara spurd, um hon tilvitað legði seg eftir tónlistarliga at líkjast heimskendu stórusystrini.
Royndi tilvita ikki at líkjast Eivør
Stutta svarið er nei, sigur Elinborg, men tað fær illa verið øðrvísi, at líkleikar eru millum tær.
"Vit eru systrar, vit hava somu foreldur, vit hava somu kjarnu, so tað er heldur ikki løgið, at vit líkjast. Eg eri barasta so errin av at vera systir Eivør, og eg taki tað ikki illa upp, tá fólk spyrja meg um tað, og eg svari fegin upp á tað," greiðir Elinborg frá í LEITISSTEIN.
Sum yngri, var Elinborg øgiliga tilvitað um at ikki at líkjast stórusystrini tónlistarliga.
"Men longu tá eg sum 15 ára gomul gav mína fyrstu EP út, so bleiv eg samanborin við Eivør, so í dag eri eg givin við at hugsa um tað, og eg leggi meg eftir at skapa ta tónlist, ið hjarta mítt sigur, at eg skal skapa."
Føturnar peika eisini inneftir
Elinborg ger í sama viðfangi vart við, at líkleikin millum systrarnar eisini spøkir upp á aðrar mátar.
"Tað eru nógv, ið siga, at vit líkjast í talu og rørslum, eitt nú tá vit ganga. Vit hava báðar føtur, ið peika inneftir, og tað hava vit arvað frá okkara elskaðu ommu, so har er nógv, ið líkist," sigur Elinborg í skellilætri.
Eivør og Elinborg í einari eymari systraløtu á konsertferð úti í Evropa (Privatmynd)
Eivør er størsta fyrimyndin
Elinborg roynir heldur ikki at fjala útyvir hvussu stóran týdning, ið stórasysturin hevur fyri seg.
"Eg vil siga, at Eivør er mín størsta fyrimynd bæði í lívinum, men eisini sum tónlistafólk."
Elinborg veit eisini, at tað er ein framíhjárættur at sleppa við á konsertferð í Evropa saman við heimskendu systrini og íslendska heimsnavninum Ásgeir Trausti.
"Bæði Eivør og Ásgeir eru so ótrúliga fitt og upplyftandi at vera saman við, so tað var eitt heilt fantastiskt upplivilsi."
"Eg vildi sagt, at Eivør er mín størsta fyrimynd bæði í lívinum, men eisini sum tónlistafólk."
Elinborg
Søgan um lív Elinborgar
Í sendingini LEITISSTEIN greiðir Eliborg eisini frá, at fyrsta heildarútgávan 'Í ævir' sigur søguna um hennara lív, og um tað, ið hevur myndað seg sum menniskja.
"Eg havi altíð fingið stóran íblástur frá náttúruni og serliga flótielementum, eitt nú vatni, blóði og sovorðnum."
Íblásturin til tekstirnar koma ofta frá mammuni, Sædis Eilifsdóttir.
"Mamma mín sendir mær ofta yrkingar, og so lesi eg eisini nógv yrkingarsøvn. Men eg havi eitt skjal á mínari teldu, sum er á tremur við tekstum, setningum og orðum, ið eg havi fylt í har, og tað taki eg sum oftast fram, og so arbeiði eg út frá tí."
Sum eitt dømi, so nevndir Elinborg tekstin "Vatsins verur", at tað var mamman, ið sendi henni orðingina 'Vatsins verur', sum beinavegin bleiv til ein sangtekst.
Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

























