Breddin: Støðan í Sudan

Breddin: Støðan í Sudan
Fleiri enn 14 milliónir fólk eru flýdd, og 30 milliónir fólk hava brúk fyri mati, vatni og heilivági
Kríggið í Sudan hevur havt við sær størstu mannarættindavanlukku í løtuni, sigur ST.
 
07.11.2025 - 09:40

Kríggj er í Sudan.

Stríðið millum sudanska herin og bólkin Rapid Support Forces hevur nú vart í meira enn tvey ár.

Hetta hevur havt við sær, at vit, sambært ST, uppliva størstu mannarættindavanlukku í øllum heiminum júst nú.

Fleiri enn 14 milliónir fólk eru flýdd, og 30 milliónir fólk hava brúk fyri mati, vatni og heilivági.

Sjúkrahús eru løgd í oyði, læknar eru dripnir, og hungur og sjúka breiða seg.

Í sendingini í dag spyrja vit:

- Hvussu álvarslig er støðan í Sudan beint nú?

- Og hvat verður gjørt fyri at hjálpa teimum, sum enn sita føst í ræðuleikunum í Sudan?

Breddin  klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375