Ragnar í Vík: Eg livi í løtuni

Ragnar í Vík: Eg livi í løtuni
Síðstu árini hevur Ragnar í Vík ikki spælt líka nógv alment, men tað merkir tó ikki, at gittarstreingirnir ikki hava ljómað. Ragnar í Vík arbeiðir fram ímóti nýggjari útgávu.
 
07.11.2025 - 12:33

Í annaðkvøld fer Ragnar í Vík við bólki á pall í Gamla skúla í Sørvági. Tann konsertin er útseld, men vit sleppa kortini at hoyra hann live við trimum sangum Beinleiðis úr Studio 5.

Tann fyrsti er týddur sangur hjá Hank Williams. Eina á hesti er føroyska heitið í týðing hjá Birgiri Kruse. 

Tað var í 1999 at útgávan The Silence of a Falling Star kom út.

Henda siðbundna kontriplátan við sangum hjá Hank Williams kom á playlistar í USA, Australia og fleiri evropeiskum londum.



Eitt tíðarskeið legði Ragnar í Vík til merkis, at áhugin fyri sær var stórur.

Journalistar í útlendskum muðlum lógu fram við at gera samrøður og taka myndir.

- Hetta var ikki ordiliga eg, sigur Ragnar í Vík í dag. - Mør dámdi ikki at vera í fokus. Hann leggur tó aftrat, at kanska hevði verið øðrvísi, um hann var 25.

Saman við Ragnari í Studio 5 var konan, Alis. Hon er mín førarahundur, sigur Ragnar brosandi.



Sjónin hjá Ragnari er nógv viknað. Tað hevur eitt nú tað við sær, at hann í dag má duga tekstirnar uttanat, tí tað er vónleyst at lesa.

Lívið er tó ikki so galið, og tað ræður um at liva í løtuni. - Vit eiga bara hana, sigur Ragnar í Vík.



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð


 
1775024

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817