Útróðrarfelag: Óbrúktir fiskidagar eiga at verða fluttir

Útróðrarfelag: Óbrúktir fiskidagar eiga at verða fluttir
Landsstýrismaðurin stendur við sítt, og fer neyvan at taka stig til at geva útróðrarmonnum fleiri fiskidagar
Jógvan Trondesen Andreasen er formaður í Suðurstreymoyar útróðrarfelag.
 
07.11.2025 - 15:35

Politikarar hava fleiri ferðir áður flutt óbrúktar fiskidagar millum bólkar, og tað kunnu teir saktans gera aftur nú, sigur Suðurstreymoyar útróðrarfelag. Landsstýrismaðurin stendur tó við sítt, og fer neyvan at taka stig til at geva útróðrarmonnum fleiri fiskidagar.

Í oktober vóru fiskidagararnir uppi hjá teimum í bólki 5B, sum eru tey, sum fiska fyri minni enn 200.000 krónur um árið. Og hetta ávirkar millum annað limirnar í Suðurstreymoyar útróðrarfelag.

Meginfelag útróðrarmanna mælir staðiliga frá at útluta fleiri fiskidagar.

 

Uppskot í tinginum 

Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum og Jóhanis Joensen úr Javnaðarflokkinum, hava lagt uppskot fram, har heitt verður á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at útluta fleiri fiskidagar til teirra, sum eru í hesum bólki. Málið var til fyrstu viðgerð týsdagin, men har kom fram, at landsstýrismaðurin fer ikki at lurta eftir løgtingsmonnunum.

 

Sí innslag í Degi og viku: 

 

UTRODRARMENN


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342