- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit gita: Hetta verður liðið

Føroyska manslandsliðið í fótbólti skal fríggjakvøldið spæla fyri einum evarska lítlum møguleika, at koma til HM-endaspælið í Norðuramerika komandi summar. Føroyar skulu á útivølli vinna á Kroatia, meðan Gibraltar skal fáa í minsta lagi javnleik í dystinum móti Kekkia.
Manslandsliðið hevur havt tvær venjingar í Kroatia og tað eru ábendingar um føroyska liðið. Seinast Føroyar spældu vunnu vit 2-1 á Kekkia, eftir at hava vunnið 4-0 á Montenegro fáar dagar frammanundan.
Tí verður ikki roknað við nógvum broytingum á føroyska liðnum, men Eyðun Klakstein er tvingaður at gera nakrar broytingar frá seinasta dystinum. Brandur Hendriksson Olsen er skaddur og Jóannes Kalsø Danielsen hevur leikbann.
Vit gita
Mattias H. Lamhauge er fyrstaval í málinum og undir øllum vanligum umstøðum so byrjar hann. Her kann tó nevnast, at Mattias H. Lamhauge ikki hevur vant við fullari ferð. Hann merkir til okkurt, men væntast at blíva tøkur.
Í verjuni verður tað óiva Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Andrias Edmundsson mitt fyri. Odmar Færø vandi ikki alla venjingina í dag, men tað bara fyribyrgjandi. Á vongbakkunum eru kapping er hørð kapping í vinstru. Bæði Viljormur Davidsen og Martin Agnarsson kunnu argumentera fyri at byrja inni.
Viljormur Davidsen spældi frá byrjan móti Kekkia, meðan Martin Agnarsson kom inn og avgjørdi dystin. Tað bendir á, at hetta verður endurtikið við roynda liðskiparanum frá byrjan, meðan knappskjóti havnarmaðurin verður sleptur leysur í seinna hálvleiki.
Viljormur Davidsen og Martin Agnarsson eru kappingarneytar og liðfelagar (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Tað er somuleiðis eitt val, sum skal takast á høgra vongbakkinum. Jann Benjaminsen hevur í seinastuni verið avloysarin hjá Jóannes Kalsø Danielsen, men nú er René Shaki Joensen tøkur aftur. Hann útmerkar seg í ein móti einum støðum og hevur fleiri royndir enn Jann. Vit skulu víðari í roknistykkinum fyri at koma á mál.
Tí á miðjuni eru tríggir mans vekk. Brandur Hendriksson Olsen og Hallur Hansson eru báðir skaddir, meðan Noah Mneney hevur givið avboð. Hann skal verða pápi fyrsta dagin. Hetta ger, at landsliðið hevur bara tveir beinleiðis miðvallarar. Teir eru Jákup Biskopstø Andreasen og Géza Dávid Turi. Teir byrja helst inni.
Hetta ger tó, at venjaratoymið hevur ongan alternativan miðvallara at seta inn, um René Shaki Joensen byrjar á vongbakkinum. Gullbrandur Øregaard og Jóannes Bjartalíð eru boð upp á spælarar, sum kunnu røkja leiklutin eina løtu.
Jóannes Bjartalíð er klárur aftur, men byrjar sannlíkt á bonkinum (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Longur frammi á vøllinum verður ringt at síggja burtur frá Hanusi Sørensen og Árna Frederiksberg. Teir bæði leggja upp til mál, og skjóta mál. Síðani er eitt pláss eftir. Seinast móti Kroatia vann Meinhard E. Olsen tann dystin og spældi væl. Hann er kraftmikil og rennur skjótt.
Tað kundi tó eisini verið ein av kappingarneytunum, Petur Knudsen, Jóan Símun Edmundsson og Páll A. Klettskarð, sum allir hava sínar eginleikar. Tó gita vit, at tað verður Meinhard E. Olsen hesaferð.
Við hesum útgangsstøðinum, ber eisini til at hyggja eftir møguligum innskiftingum. Martin Agnarsson á vinstra vongbakki, René Shaki Joensen á miðjuni og Jóannes Bjartalíð longur frammi. Síðani kemur álopið, har venjarin kann velja millum eginleikarnar hjá Peturi, Jóan Símuni og Pálli.
Vit gita: (Føroyar 5-4-1)
Mattias H. Lamhauge – Jann Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Géza Dávid Turi, Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen – Meinhard E. Olsen





























