Leiðreglur um lýsingar á sosialum miðlum

Leiðreglur um lýsingar á sosialum miðlum
Síðstu árini hevur virksemið við ávirkarum, influensarum, vundið upp á seg í Føroyum
 
18.11.2025 - 11:00

Brúkaraumboðið hevur gjørt leiðreglur um lýsingar á sosialum miðlum.

Vinnan brúkar nógv sosialar miðlar til lýsingar um vørur og tænastur.

Hon brúkar millum annað ávirkarar, influensarar.

Her kunnu persónligar meiningar og viðmæli hjá ávirkarum koma í bland við tilfar, sum hevur eitt vinnuligt endamál, sigur Brúkaraumboðið. 

Tað kann tí vera torført hjá fólki at gjøgnumskoða, nær talan er um lýsingar fyri vinnurekandi, og nær talan er um persónlig viðmæli.

 

Vindur upp á seg

Síðstu árini hevur ávirkaravirksemið vundið upp á seg í Føroyum. 

Økið gerst eisini alsamt meira professionelt, har ávirkarar eru knýttir at ávirkara- og lýsingafyritøkum, sigur Brúkaraumboðið.

Tað hevur nú gjørt nýggjar leiðreglur um lýsingar á sosialum miðlum. 

Leiðreglurnar hava verið til hoyringar hjá Handilsvinnufelagnum, Felagnum Samskifti, sum er felag hjá  lýsingarfyritøkum, og hjá ávirkarafyritøku.

Leiðreglurnar, sum eru 30 síður, og kunnu lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375