Undirtøkan fyri HPV-koppseting er minkað nógv

Undirtøkan fyri HPV-koppseting er minkað nógv
Tøl hjá Heilsustýrinum vísa, at bara 42 prosent av 13 ára gomlum gentum eru koppsettar
 
19.11.2025 - 09:49

Hóast krabbamein í lívmóðurini at kalla kann týnast við koppseting og snarkanningum, taka verri enn so allar gentur og kvinnur í Føroyum av hesum tilboðum.

Sambært Heilsustýrinum siga tøl frá februar, at undirtøkan fyri HPV-koppseting er minkað nógv.

Góð 80 prosent av teimum 16 ára gomlu gentunum vóru liðugt koppsettar fyri HPV.

Men bara 42 prosent av 13 ára gomlu gentunum vóru tað. 

So langt er eftir á mál fyri at røkka teimum 90 prosentum, sum er málið hjá WHO, alheimsheilsustovninum, sigur Heilsustýrið.

Nýggj tøl um snarkanningar vísa, at frá 2022 til 2025 tóku 71 prosent av kvinnunum í aldrinum 23 til 64 ár av tilboðnum. Tað er beint oman fyri minstamarkið hjá WHO, sigur Heilsustýrið.

 

 

Fjórða vanligasta slagið

Lívmóðurhálskrabbi er fjórða vanligasta slagið av krabbameini hjá kvinnum.

Seinastu 10 árini hava 43 kvinnur í Føroyum fingið staðfest lívmóðurhálskrabba, 20 teirra vóru yngri enn 45 ár. 

Haraftat fingu 31 kvinnur staðfest undanstig til lívmóðurhálskrabba. 

Lívmóðurhálskrabbi kemur av HPV, virusi, sum smittar við kynsligari samveru. 

Altjóða kanningar vísa, at HPV-koppseting gevur okkurt um 90 prosent verju, um gentan verður koppsett, áðrenn hon er kynsliga virkin, sigur Heilsustýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044