Rýtmisk RIVA

Rýtmisk RIVA
"Rýtmugrafi" er eitt samstarv millum dansivirkið RIVA og Føroya Slagverks Ensemble. Ynskið er at skapa ein felags puls millum tónleikarar, dansarar og áskoðarar
Búi Rouch, Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting eru limirnir í RIVA, sum hevur valt at samstarva við Føroya Slagverks Ensemble um pallverkið "Rýtmugrafi"
Mynd: Tróndur Dalsgarð  
 
25.11.2025 - 21:00

Fyri tveimum árum síðani setti dansivirkið RIVA við Búa Rouch, Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting sær fyri at pallseta minst eina føroyska dansisýning um árið.

Endamálið var at gera dansilistina til ein størri og meira rótfestan part av føroyska listalandslagnum, og at tryggja umboðan av føroyskari samtíðardansilist á føroyskum pallum hvørt ár.

Nú eru tey aftur klár við einum nýggjum verki, ið nevnist "Rýtmugrafi", ið er eitt listarligt samstarv millum RIVA og Føroya Slagverks Ensemble. 

Føroya Slagverks Ensemble er mannað við Rúna Mouritsen, Ára Berghamar Danielsen, Helenu S. Lamhauge og Jan Rúna Poulsen.


Dansivirkið RIVA er mannað við Búa Rouch, Vár B. Árting og Rannvá G. Niclasen, meðan Føroya Slagverks Ensemble er mannað við Rúna Mouritsen, Ára Berghamar Danielsen, Jan Rúna Poulsen og Helenu S. Lamhauge (Mynd: Tróndur Dalsgarð)

 

Meira abstraktan leist

"Søguforteljing hevur verið miðdepilin í verkunum seinastu tvey árini, men hesuferð verður farið undir ein abstraktan leist, har granskað verður, hvussu rørsla og rýtma kunnu virka sum javnsettir listaligir miðlar á palli," skriva listafólkini í tíðindaskrivi. 

Ynskið við "Rýtmugrafi" hevur verið at skapa ein felags puls millum tónleikarar, dansarar og áskoðarar. Og nú frumframførslan nærkast, og verkið er næstan liðugt snikkað saman, merkist ein serlig nærvera og dýpd - ein kensla, ið bert kann skapast við livandi framførslum.

"Hesin pulsurin - ella rýtman - hon týðiligger kensluna av tíð og fyribrigdum, ið koma og fara í einum rensli. Vit merkja hana á egnum kroppi, men hava ofta ilt við at seta orð á hana. Rýtma er bæði
poetisk og rørandi; hon kann vekja sterkar kenslur og skapa eitt upphevjað sinnisrúm, har vit eina stokkuta løtu gloyma okkum sjálvi - um vit tora at sleppa takinum," greiða tey í RIVA frá. 


Mynd: Tróndur Dalsgarð

 

Málið er, at verkið fer at røkka einum breiðum áskoðaraskara bæði teimum, ið hava áhuga fyri klassiskum og eksperimenterandi tónleiki, og teimum, ið dáma dansi- og pallist.

Umframt limirnirar í RIVA og Føroya Slagverks Ensemble, so eru Maibritt Marjunardóttir, Villiam Soo Joensen og Bjørn Ulvedal Simonsen eisini knýtt at verkætlanini við ábyrgd fyri ávíkavíst búna-, ljós- og pallsniðgeving.

Frumframførslan av Rýtmugrafi verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið tann 29. november kl. 19:30. 


Mynd: Tróndur Dalsgarð

 

Koreografi og dansiframførsla: Búi Rouch, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting
Tónleikarar: Ári Berghamar Danielsen, Rúni K. Mouritsen, Jan Rúni Poulsen og Helena S. Lamhauge
Kompositión: Rúni K. Mouritsen
Ljóðmynd: Jan Rúni Poulsen
Búnar: Maibritt Marjunardóttir
Pallsmíð: Bjørn Ulvedal Simonsen
Ljós: Villiam Soo Joensen
Samskiparar: Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, Vár Bech Árting og Ári Berghamar Danielsen
Lýsingarmyndir: Tróndur Dalsgarð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983