Seta sjóneykuna á fíggjarligan harðskap

Seta sjóneykuna á fíggjarligan harðskap
Fíggjarligur harðskapur er rættiliga vanligur og er nevnt tengdur at sálarligum harðskapi
 
25.11.2025 - 10:01

Fíggjarligur harðskapur. 

Tað er evnið í dag, nú altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum er.

- Fíggjarligur harðskapur er um fíggjarlig viðurskifti, men tað er eitt slag av harðskapi, sum tú kanst verða útsett fyri. Tað hevur nakað við vald at gera, manipulasjón og hevnd. Tú kanst illa seta orð á fíggjarligan harðskap uttan at nevna hini sløgini av harðskapi sum til dømis sálarligan harðskap, sigur Anna Katrin Matras frá verkætlanini Sig frá í Almannamálaráðnum.

Hóast tað í fleiri førum er tabu at tosa um fíggjarligan harðskap, so er hetta slagi av harðskapi í parløgum als ikki óvanligt.

Í Kvinnuhúsinum í Havn koma tey javnan í samband við persónar, sum uppliva fíggjarligan harðskap. Tó kann tað vera trupult at vita, um mann er fyri slíkum harðskapi. 

- Fíggjarligur harðskapur er rættiliga vanligur, og hann er nevnt tengdur at sálarligum harðskapi. Vit síggja ofta, at tá kvinnur og menn koma inn til okkara, so ivast tær í, um tær eru fyri sálarligum harðskapi. Og tað verður so ígjøgnum okkara prát um harðskap, at kvinnan faktisk gerst varug við, at her er eisini fíggjarligur harðskapur, sigur Frida Jóanesarson Dam, sum er harskapsfakligur ráðgevi í Kvinnuhúsinum.

Í sambandi við altjóða dagin móti harðskapi móti kvinnum skipar Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið og Almannamálaráðið fyri tiltaki í Smæruni í Havn í dag klokkan 13, tá sjóneykan verður sett á fíggjarligan harðskap.

1778173

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066