Breddin: Stytt arbeiðsvika - hvat bleiv av henni?

Breddin: Stytt arbeiðsvika - hvat bleiv av henni?
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, vera í útvarpsstovuni
Hvat bleiv at styttu arbeiðsvikuni, verður spurt í Breddanum í dag. (Savnsmynd)
 
27.11.2025 - 09:15

Arbeiðsvikan skal styttast.

Tað var eitt av høvuðslyftunum í valstríðnum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.  

Í samgonuskjalinum hjá samgonguni stendur eisini, at arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar, og arbeiðsvikan verður skipað við lóg. 

Stutt eftir løgtingsvalið í 2022 var eitt trípartasamráðingarráð sett, við umboðum frá arbeiðsgevarum, arbeiðstakarum og politisku skipanini. Tey skuldi umrøða, hvussu farast skuldi fram at stytta arbeiðsvikuna. 

 

Lítið at frætta

Lítið hevur kortini verið at frætt um málið hetta valskeiðið, men fyri góðum mánaði síðani kom Fakfelagssamstavið við einum almennum fyrispurningi til samgonguna: Nær verður arbeiðsvikan stytt?

Í Breddanum í dag spyrja vit, hvat bleiv av málinum at stytta arbeiðsvikuna?  

Gestir eru Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.

Breddin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873