Dreymurin at skapa nakað stórt

Dreymurin at skapa nakað stórt
Fyritøkan FarPay er seld fyri meira enn 100 milliónir krónur. Keyparin er hollendska POM Group, sum sær stórar møguleikar í føroysku loysnunum
Rasmus Christensen, stjóri í FarPay
 
27.11.2025 - 12:04

Hollendska felagið POM Group hevur keypt føroyska felagið FarPay. Søluprísurin er meira enn 100 milliónir krónur.

-Sum partur av POM Group hevur FarPay møguleika at vaksa nógv meira, sigur Rasmus Overbech Christensen, stjóri í FarPay síðani 2023.

Í tíðindaskrivi fyrrapartin skrivar FarPay millum annað soleiðis:

Síðan 2014 hevur FarPay, við síni alt-í-einum loysn til sjálvvirkandi fakturering, uppkrevjing og bókhald, gjørt tað fløkjasliga einfalt fyri fyritøkur í Norðurlondum. Samstundis hevur POM gjørt vart við seg í Evropa við brúkaravinarligum gjalds- og innkrevjingarloysnum, sum byggja á eitt greitt lyfti: “Peace of Mind in Payments.” Nú vera fyritøkurnar sameindar. Úrslitið er ein tøkniliga sterkur og skalerbarur platformur; sum gevur eina effektivari fíggjardeild og sum gevur endabrúkarunum eitt enn smidligari gjaldsupplivilsi – og eina fyrstafloks innkrevjingarloysn.

FarPay byrjaði sum eitt gott hugskot, afturi í 2014. Fýra mans - Andrew Jensen, Theodor Erling Johannesen, Olaf Olsen og Bárður Háskor - stovnaðu FarPay. Fyritøkan fór at menna nýggjar og lættar loysnir, so rokningar verða rindaðar til tíðina - eisini sjálvvirkandi.

-Dreymurin hjá okkum, afturi í 2014, var at byggja nakað upp, sum var í øllum føri 100 milliónir krónur vert. Hvussu leingi tað tók, vistu vit ikki. Vit vistu, at tað tók í øllum føri fimm ár, nú tók tað so góð 10 ár. Men vit eru øgiliga væl nøgdir, sigur Bárður Háskor.

Bárður Háskor er ein av fýra, sum stovnaðu FarPay í 2014.

 

Í tíðindaskrivi fyrrapartin skrivar FarPay víðari at:

Øll starvsfólk í FarPay halda fram og fyritøkan heldur fram sum sjálvstøðugt vørumerki í POM Group við egnum toymi og leiðslu – bara styrkt gjøgnum eitt tættari samstarv við POM. Sum partur av evropeisku vakstrarætlanini hjá samtakinum fer tað at skunda undir nýskapan og møguleikan fyri at fáa nýggjar funktiónir skjótari á marknaðin.

 

Hoyr innslag um søluna av FarPay her:

FarPay_selt_-_jbh_-_1220

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Mikudag 25. februar
Morgunlestur mikudagur 25.februar 2026
204597
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693