LÍV byggir leiguíbúðir í Runavík

LÍV byggir leiguíbúðir í Runavík
Á heysti 2026 verður møguligt hjá fólki at skriva seg á bíðilista, men viðskiftafólk hjá LÍV hava framíhjárætt til íbúðirnar
Tá byggiverkætlanin í Runavík er liðug, fer LÍV Fastogn at eiga 104 leiguíbúðir í Føroyum.
Mynd: LÍV  
 
27.11.2025 - 15:03

LÍV Fastogn fer at gera 18 nýggjar leiguíbúðir í miðbýarøkinum í Runavík.

Íbúðirnar vera klárar á sumri 2027.

Avtala er gjørd við smápartafelagið Bryggjuna um at keypa byggiverkætlanina til Lon 1 í Runavík, og avtala er gjørd við smápartafelagið Jóan Petur Vang um at byggja leiguíbúðirnar fyri LÍV Fastogn.

Á heysti 2026 verður møguligt hjá fólki at skriva seg á bíðilista, men viðskiftafólk hjá LÍV hava framíhjárætt til íbúðirnar.

LÍV Fastogn er partur av tryggingarfelagnum LÍV og ger íløgur í íbúðir og aðra fastogn í Føroyum.

Tá byggiverkætlanin í Runavík er liðug, verður LÍV Fastogn eigari av 104 leiguíbúðum í Føroyum, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870