Síðsti kjansur at senda uppskot til Ítróttafagnaðin

Síðsti kjansur at senda uppskot til Ítróttafagnaðin
Hevur tú eitt uppskot um, hvør skal heiðrast á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2025? So er at gera skjótt av og senda Ítróttasambandi Føroya uppskotið, tí freistin fer mánakvøldið
 
27.11.2025 - 15:12

Mánakvøldið 1. desember er síðsta freist at senda uppskot til Ítróttafagnaðin 2025.

 - Hetta er ein áminning til allar føroyingar, ið vilja fagna ella takka einum fólki ella felagsskapi fyri teirra arbeiði og týdning fyri føroyskan ítrótt, skrivar Ítróttasambandið.

 - Tað er ein, sum fer avstað við heiðurslønini, men royndir frá undanfarnum árum vísa okkum, at tað ger stóran mun hjá teimum, sum eru innstillað. Tað er ein viðurkenning, sum hevur stóran týdning og eggjar teimum til at halda fram við somu orku og eldhuga.

Fólk kunnu innstilla ein felagsskap, ein venjara, eina eldsál, eina sólstrálu ella eitt fólk, sum ígjøgnum áratíggju hevur tænt ítróttinum. Leiðreglur eru at finna á isf.fo.

Ítróttasamband Føroya skipar á hvørjum ári fyri Ítróttafagnaðinum, sum varpar ljós á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar, eldsálir o.o., sum á ymsan hátt virka í føroyska ítróttaheiminum, skrivar ÍSF.

Ítróttafagnaðurin 2025 er í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið 7. februar 2026.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558