Umval í Runavík: Løgmálaráðið stendur við sítt

Umval í Runavík: Løgmálaráðið stendur við sítt
UImvalið í Runavíkar Kommunu skal haldast, júst soleiðis sum kommunuvalið varð hildið 12. november í 2024. Og kommunan skal sjálv gjalda fyri tað, sigur Løgmálaráðið
Løgmálaráðið stendur við sítt. Umval skal vera í Runavíkar Kommunu 13. januar 2026
Mynd: Savnsmynd  
 
28.11.2025 - 18:01

Løgmálaráðið stendur við sítt. Umval skal vera í Runavíkar Kommunu 13. januar 2026.

Sjey síður drúgva skrivið frá borgarstjóranum í Runavík, sent løgmanni og landsstýrismanninum í lógar- og kommunumálum mánadagin, reisir annars eina røð av spurningum, sum Løgmansskrivstovan bað Løgmálaráðið svara uppá við freist til ídag.

Í skrivinum grundgevur Løgmálaráðið fyri síni avgerð og nágreinar, hvat avgerðin merkir.

Løgmálaráðið sigur, at umvalið kann ikki avmarkast til valstaðið í Oyndarfirði. Løgmálaráðið hevur ikki heimild til bara at lýsa umval á valstaðnum í Oyndarfirði. Og harumframt høvdu veljararnir í Oyndarfirði eisini vitað valúrslitið í restini av kommununi frammanundan og høvdu tí kunnað atkvøtt eftir tí.

Løgmálaráðið kann heldur ikki gera ein ógildaða atkvøðu gildiga - tað hevur ráðið ikki heimild til.

Eina atkvøðan í Oyndarfirði var tá avtornaði avgerandi fyri, hvør av tveimum persónum fekk sess í Runavíkar Býráð.

Málið varð meldað til løgregluna, og ákæra er nú reist móti einum persóni.

Løgmálaráðið heldur fast um at nú er so stórur ivi um, hvørt valið í Oyndarfirði er farið rætt fram, at einasta loysnin er umval í allari Runavíkar Kommunu.

-Um nakar persónur í síðsta enda verður dømdur fyri valsvikið er løgmálaráðnum óviðkomandi. Tað sum er av avgerandi týdningi er, um valið er farið rætt fram, sigur Løgmálaráðið í svarskrivi til Løgmansskrivstovuna.

Um sjálvt um-valið sigur Løgmálaráðið, fortreytirnar fyri umvalinum skulu vera neyvt tær somu sum tær vóru, valdagin 12. november 2024.

Tað merkir ítøkiliga, at bara tey, sum høvdu valrætt í Runavíkar kommunu tann 12. november 2024 hava valrætt til umvalið. Tað er eisini galdandi fyri tey, sum síðani eru flutt úr kommununi.

Og tey skulu velja millum somu valevni við umvalið, sum við kommunuvalið 12. november 2024. 

- At stilla upp til kommunuval er ein borgaraskylda, sigur Løgmálaráðið.

Borgarstjórin í Runavík spurdi eisini, hvør skal skipa fyri gjalda fyri umvalið. Tað skal kommunan sjálv, sigur Løgmálaráðið.

Býráðið, sum verður valt á umvalinum 13. januar, skal skipa seg skjótast gjørligt. Og tað verður sitandi, til kommunuval verður aftur í øllum landinum, í november 2028. 

Løgmálaráðið lýsti longu í gjár formliga umval at vera í Runavíkar kommunu 13. januar 2026. Tað var kunngjørt í kunngerðarblaðnum, har eisini varð fráboðað, at valevnislistarnir skulu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 23. desember.

Kringvarpið hevur nú fingið innlit í ákæruna móti persóninum í Oyndarfirði, sum bleiv meldaður til løgregluna stutt eftir kommunuvalið.

Viðkomandi er ákærdur fyri at hava sett ein eyka kross á ein atkvøðuseðil í Oyndarfirði, sum við fínteljingina dagin eftir bleiv ógildaður. Sambært ákæruritinum er tað farið fram í tíðarskeiðnum frá umleið klokkan 20 á kvøldi, 12.november til umleið klokkan 9 á morgni, 12.november 2024.

Viðkomandi er ákærdur eftir grein-116 í revsilógini, sum sigur, at:

"Tann, sum forðar ella roynir at forða fyri, at val verður hildið til Løgtingið, Fólkatingið, kommunustýri ella til kommunal ella onnur almenn ráð ella myndugleikar, ella sum reingir valúrslit, ella sum ger tað ómøguligt at gera úrslitið upp, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891