Aftur fleiri pengar til sjúkrahús

Aftur fleiri pengar til sjúkrahús
H-bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum, sum ikki er liðugur enn, skal longu umvælast fyri góðar 30 mió. kr.
H-bygningurin hevur framvegis brúk fyri pengum, nú til umvælingar.
 
03.12.2025 - 07:18

H-bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum, sum ikki er liðugur enn, skal longu umvælast fyri góðar 30 mió. kr.

Almanna- og Heilsumálaráðið hevur biðið løgtingið um 33,8 mió. kr. til at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum.

Harav skal ein millión brúkast til gerðarrættarmál.

Okkurt um 60 prosent av H-bygninginum eru tikin í nýtslu.


Lekur

Men lekar gera, at ikki ber til at taka meira í brúk nú.

Fyrra metingin segði, at skaði var hendur fyri 14,5 milliónir.

Men ein nýggj meting sigur 32,8 milliónir.

Lekarnir stava, sambært sýnsfrágreiðingini, frá vantandi dygd í handverkinum, ónøktandi tilfarsvali, vantandi eftirliti og prosjekteringarfeilum.  

Landsverk ætlar at leggja gerðarrættarmál móti stórarbeiðstakaranum og høvuðsráðgevanum, tí partarnir ikki hava tikið stig til at umvæla og bøta feilirnar og manglarnar.  

Umvælingin fer helst at vara ein stóran part av árinum 2026, sigur Almanna- og Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221