- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gleðir seg at heppa á manslandsliðið í Oslo

Tað eru ikki bara tey vaksnu, sum kunnu vinna stórar vinningar í Gekkinum. Eisini tey yngstu kunnu sleppa upp í part. Ein teirra er ungi gekkaspælarin Liam Mathisen úr Klaksvík, sum fríggjakvøldið gjørdist hepni vinnarin av eykavinninginum, sum er ein hondbóltsferð til Oslo fyri tvey, saman við føroyska manslandsliðnum í januar.
Tá tølini vórðu kunngjørd á skíggjanum í Gekkinum fríggjakvøldið, var tað Liam, ið sat við rætta seðlinum. Tá var ungi gekkaspælarin sera væl nøgdur við at hann hevur spælt Gekk í november mánaði.
Hóast armarnir enn ikki eru heilt komnir niður eftir flotta avrikinum hjá kvinnulandsliðnum, so vendir ferðin nú móti norska høvuðsstaðnum, har fleiri túsund føroyingar fara at stuðla okkara monnum. Liam er glaður fyri at vera partur av hesum hópi, sum fer avstað í januar. Í hondbóltsferðini er íroknað:
Dystaratgongd
Ferðing
Gistingarhús við morgunmati
10.000 kr í lummapeningi
Tvær landsliðsblusur
Talan er uttan iva um eitt minni fyri lívið, og Liam gleðir seg ómetaliga nógv til at uppliva føroyska landsliðið á vøllinum í Oslo. Enn hevur hann ikki gjørt av, hvør skal vera við á ferðini, so kanska verður tað ein heilt serlig jólagáva til onkran í ár.








