VAR verður tikið í brúk í Betrideildini hjá monnum

VAR verður tikið í brúk í Betrideildini hjá monnum
Tá kappingarárið í fótbólti byrjar næsta ár verður VAR væntandi brúkt í Betrideildini hjá monnum
Mynd: Savn  
 
08.12.2025 - 17:43

Tá kappingarárið í fótbólti byrjar næsta ár verður VAR væntandi brúkt í Betrideildini hjá monnum.

Tað váttar Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya við fótbóltsmiðilin Bolt.fo.

VAR stendur fyri Video Assistant Referee og verður brúkt, tá dómarin ivast í, hvat hann skal døma.

Til dømis er VAR brúkt, tá staðfestast skal við at brúka videoupptøkur, um brotsspark ella rangstøða eru.

Fótbóltssambandið hevur gjørt ein bil út við VAR-útgerð og ein partur av útgerðini er klárur, sigur Lassin Isaksen við bolt.fo.

Men onkrar forðingar kunnu koma, sum gera at VAR ikki verður tikið í nýtslu við kappingarbyrjan, men seinni í kappingini.

Um leistin, sigur Lassin Isaksen, at VAR verður brúkt í einum dysti í hvørjum umfari, og at skráin fyri VAR-dystir verður løgd út langft frammanundan hesi verða spældir. Ætlanin er, at øll liðini skulu hava eins nógvar VAR-dystir í kappingarárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303