- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kendar røddir í ársins jólakalendara

Kalendarin sigur nú 10. desember, og tað er longu hent nógv í ársins jólakalendara. Okkurt er á vási í Snæfalli, og nú er Nóa eisini komin til Haggarð, har hann stórtrívist saman við Aminu. Jólius er burtur, og Pílur hevur nógv at gera, bæði við at heysta, lesa og fyrireika seg til stóru próvtøkuna. Men Selma skilir framvegis ikki, hví brøvini ikki eru farin á flog.
Børnini, sum leggja rødd til, í Snæfalli.Hóast vit longu kenna andlitini væl í ársins jólakalendara, vita vit minni um røddirnar, ið fjala seg aftan fyri persónarnar. Í Snæfalli 2 hoyra vit fleiri røddir aftur, sum vit kenna frá Snæfalli 1, og harumframt eru fleiri nýggj við hesa ferð.
Síggj eisini innslag frá Degi og viku um jólakalendaran her
Christoffer Ósá, ið eigur røddina hjá Píli, er ein av teimum fimm ungu leikarunum, ið ganga aftur frá fyrru røð av SnæfalliÁtta ár eldri: Christoffer Ósá og Brandur Debes Dánialsson eru aftur í leiklutunum sum Pílur og Hákun
Nú átta ár eru liðin, síðani Snæfall fyrstu ferð var víst, eru Christoffer Ósá og Brandur Debes Dánialsson aftur í leiklutunum sum Pílur og Hákun. Báðir hava teir ment seg nógv og gleða seg at koma aftur í leiklutirnar.
Christoffer, sum nú er studentur og arbeiðir hjá Barinum, har hann tekur ímóti fiski frá útróðrarbátum, segði beinanvegin ja, tá ið boð komu um upptøkurnar til Snæfall 2. Hóast hann ikki hevur verið við í líknandi verkætlanum síðani tá, ivaðist hann ikki. Fyrstu ferð hann spældi Píl í 2018, var hann spentur og ikki heilt vísur í, hvussu tað fór at ganga – men alt gekk væl. Hesa ferð hevur hann upplivað tað øðrvísi, tí bæði Pílur og hann sjálvur eru báðir vaksnir nú.
Síðani tær fyrstu upptøkurnar hevur Brandur Debes Dánialsson lagt røddir til aðrar verkætlanir og filmar, eitt nú Fornt.Brandur var eisini spentur at koma aftur í leiklutin sum tann skilagóði Hákun úr Wu. Síðani tær fyrstu upptøkurnar hevur Brandur lagt røddir til aðrar verkætlanir og filmar, sum hevur verið bæði stuttligt og avbjóðandi arbeiði. Tað krevur, at tað verður lisið væl upp á og at finna rætta tónan – serliga tá talan er um ein sermerktan leiklut sum Hákun. Hóast tað eru mong ár síðani síðstu upptøkurnar, merkist tað aftur, hvussu nógv arbeiði liggur í at fáa hvørt orð og hvørja kenslu at sita neyvt.
Seinasta árið hevur Brandur gingið á ítróttaeftirskúla í Danmark, og nú gongur hann á Glasi, har hann heldur fram við sínum lestri og áhugamálum.
Eisini Ranja Eir er aftur í leiklutinum sum Selma.Kendar og nýggjar røddir í Snæfall 2
Í alt eru fimtan børn við í hesum ársins kalendara. Fimm teirra vóru eisini við í tí fyrsta, tá sum smábørn, og eru nú eldri, bæði sum leikarar og røddir. Umframt børnini eru umleið tjúgu vaksin við, harav fleiri eru kend frá undanfarna kalendara. Millum teirra eru Jákup Veyhe, Hjálmar Egil Dam, Jákup Dahl Wardum, Kjartan Hansen, Petur Meinhard E. Andersen, Mariann Hansen, Beinta Clothier og Barbara K. Andreasen umframt fleiri onnur.
Tollakur Djurhuus spælir Nóa, sum hevur skrivað eitt bræv til Jólius, har hann ynskir, at mamman, ið hevur krabbamein, skal blíva frísk.Tveir nýggir høvuðsleiklutir eru komnir afturat. Amina og Nóa hava stórar leiklutir í Snæfalli 2, og røddirnar eiga Vársól við Streym og Tollakur Djurhuus. Vársól leggur rødd til Aminu, og Tollakur, sum spælir Nóa, er ein ungur og evnaríkur leikari, ið, hóast sín unga aldur, hevur nógvar royndir við at leggja rødd til.
Millum teir nýggju leikararnar er Vársól, ið eigur røddina hjá Aminu.Bæði tvey eru ung og eru evnaríkir leikarar, ið hóast sín aldur hava flerir royndir við at leggja rødd til í eitt nú øðrum jólakalendarum og teknifilmum. Tollakur er 13 ára gamal og gongur í 7. flokki. Honum dámar væl at gera fimleik. Vársól er 9 ára gomul, gongur í triðja flokki og íðkar judo og ger fimleik í frítíðini.
Afturat teimum eru fleiri nýggir leikarar lagdir afturat, millum annað Hilda Joensen, Durita Dahl Andreasen, Sofía Nolsøe Mikkelsen, Marið E. Persson, Hjálmar Dam og Jákup Dahl Wardum. Umframt øll børnini.
Álvarslig sjúka verður umrøtt
Ein av týðandi broytingunum í Snæfalli 2 er, at eitt meira álvarsamt evni verður nógv umrøtt. Mamma Nóa er sjúk av krabbameini, og tí fyllir tað nógv í Snæfalli 2, hvussu sjúka ávirkar familjur og barnalív, serliga í eini tíð sum jólatíðin. Hetta gevur djúpd og rúm fyri samrøðum millum børn og vaksin um lívsins størri spurningar, hóast kalendarin framvegis heldur sín leikandi og hugnaliga dám.
Snæfall 2 er ársinis jólakalendari fyri børn. Í røðini er mamma Nóa sjúk av krabbameini.Jólakalendarin Snæfall 2 er í 24 pørtum og verður vístur hvørt kvøld klokkan 18.30 í sjónvarpinum. Snæfall sæst eisini á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og í VIT- appini.















