Feðgar drupu jødar á avstralskari strond

Feðgar drupu jødar á avstralskari strond
Tilsamans doyðu 16 fólk, teirra millum annar gerningsmaðurin
Tað var á hesi strondini - Bondi Beach - at tveir menn, pápi og sonur, fór at skjóta frá hond.
Mynd: Hollie Adams/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.12.2025 - 08:25

Menninir báðir, sum skutu og drupu sivilfólk á Bondi Beach nærindis Sydney í Avstralia í gjár, vóru 50 og 24 ára gamlir. Teir eru pápi og sonur.

Tað boðaði avstralska løgreglan í New South Wales frá á tíðindafundi í morgun.

Løgreglan sigur eisini, at leitað verður ikki eftir fleiri gerningsmonnum.

 

(Mynd: Hollie Adams/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Tilsamans 16 fólk lótu lív, teirra millum annar gerningsmaðurin. 

Umleið 40 fólk fingu skaða.

Offrini eru millum 10 og 87 ára gomul.

Tað var seinnapartin í gjár lokala tíð, at tveir menn fóru at skjóta eftir einarri mannamúgvu á sandinum á Bondi Beach, har fleiri hundrað fólk vóru komin saman at hátíðarhalda fyrsta dagin í Hanukkah, sum er ljóshátíð, ið jødar halda.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391