Stóra undirskotið merkt fíggjarlógarviðgerðina

Stóra undirskotið merkt fíggjarlógarviðgerðina
Fíggjarlógin fyri 2026 fer at hava næstan 300 milliónir í halli, og tað líkist ongum, sigur andstøðan
Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2025 - 19:35

Løgtingið hevur í allan dag viðgjørt uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár.

Tá fíggjarlógaruppskotið kom úr aftur fíggjarnevndini og var klárt til 2. viðgerð, var undirskotið á fíggjarlógini økt við 90 milliónum krónum, úr 173 milliónum upp í 263 milliónir.

Harafturat koma einar 30 milliónir aftrat, tá tann sokallaði býlisstuðulin kemur fyrst í næsta ári. Tá fer hallið at vera næstan 300 milliónir.

Ein av teimum, sum fanst at samgonguni fyri at leggja enn eitt fíggjarlógaruppskot fyri tingið við stórum halli, er Árni Skaale úr Fólkaflokkinum.

Tað er í síðsta enda Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum hevur ábyrgdina av fíggjarlógini. 

 

1783299

 

Fíggjarlógin varð samtykt við 16 atkvøðum fyri og 12 ímóti umleið klokkan hálvgum sjey.

Triðja viðgerð verður hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860