Odvør vann jólakurvina

Odvør vann jólakurvina
Hugleiðingin hjá Odvør á Lakjuni um barnajól gjørdist vinnarin, tá lutakast var um søgurnar, ið blivu lisnar upp í jólakalendaranum í morgunsendingini
 
19.12.2025 - 10:57

Odvør á Lakjuni í Fuglafirði vann stóru jólakurvina frá morgunsendingini.

Í desember hava morgunlurtarar verið við til at skriva søgur, hugleiðingar og yrkingar, sum síðani hava verið í lúkunum í GMF-jólakalendaranum.

Áhugin at senda inn tilfar til kalendaran hevur allan mánaðin verið sera stórur.

Øll tey, sum fingu sín tekst lisnan upp í morgunsendingini, vóru við í dráttinum um eina stóra jólakurv við ymiskum søtmeti.

Fríggjamorgunin 19. desember bleiv drigið, og vinnarin gjørdist Odvør á Lakjuni.

Hugleiðingin, hon hevði skrivað, var at finna í lúka nummar 17, og orðini, sum teksturin skuldi innihalda, vóru Snæfall og asfalt:

 

Í ár havi eg hvørt kvøld í des. sitið og fylgt jólakalendaranum í KVF – og hvørja ferð hugnaliga kavamyndin av bygdini “Snæfall” kemur á skermin, fái eg eitt “flasjbakk” til míni barnajól 😉 – og tá eg hugsi um míni barnajól, so er tað fyri mær, sum hyggi eg inn í eitt hugnaligt, gamalt jólakort – Tað var altíð kavi og frost upp undir jól ... og man tað bara vera eg sum minnist tað soleiðis? - hvítt og fagurt, so langt sum eygað sá. Tað frysti, og kavin lá og glitraði í norðlýsinum.

Og norðlýsið sóu vit ofta á hávetri, har eg búði ... langt uttan fyri lóg og rætt – bara ein gøta og ein smalur grús-vegur onki asfalt og bara ein gatulykt!

Og eg havi hug at fara inn í jólakortið og uppliva, at vit spældu í kavanum - og vit høvdu alla verðina at spæla okkum í – bæði tíðliga og seint – Vit bygdu kavamenn, gjørdu kavaholur og kavaeinglar, vit sletaðu og koyrdu sparkara, vit ótu kava, serliga tann, sum hefti seg í bollum upp í okkara ullintu klæðir. Vit vóru jú í heimabundnum frá innast til uttast – undirklokku við páfuglamynstri, mynstrutum troyggjum, ullintum gamassjubuksum, bundnum topphúgvum ella brølapum, bundnum vøttum og ullintum “pulshosum” niðri í gummistivlunum. Og var tað øgiliga hált, so vóru vit í ullintum skølingum uttan á gummistivlunum.

Og ja 😊kavin festi seg upp í alt hetta ullinta í bollum. Stórum, frystum bollum – og smáum, frystum bollum. Minnist vøttirnar sum tveir stórar kavabollar 😊

Eg var so hjartans heppin at vaksa upp við einari fantastiskari ommu í húsinum. Hon plagdi at koma út á trappusteinin: “Stakklarnir! Eru tit ikki køld?- Komið inn og heitið tykkum og fáið tykkum ein góðan bita!” Minnist, tá vit komu inn, at tað var eitt øgiligt kavabollarok í ganginum, tí vit máttu pilka og rista teir av øllum klæðunum, áðrenn vøttir, pulshosur, troyggjur og alt hitt varð lagt á radiatorarnar at turka.

Á den dampur og døgg sum tá varð inni.

Og har stákaðist so omma mitt í rokanum og serveraði heitt te við mjólk í – við hvørt kakao og nýbakað rugbreyð við smør og putursukur. Og hon kundi finna uppá at siga onkra søgu – kanska var tað um Brúsajøkul, tá hann mátti fara eftir mjólk, og hvussu hann ræddist grýlurnar í Skælingsfjalli – Kanska var tað onkur onnur góð, sonn gomul søga, tí hon var røsk at siga okkum frá søgum bæði tíðliga og seint – hetta vóru sanniliga góðar og hugfarsligar stjørnuløtur.

Døgguttir sprossarútar, vát ullint klæðir sum lógu til turkingar, tendraði kertuljós, lukturin av heimabakaðum tryggleika og hugna - setti seg í okkum børn”uppá tann góða mátan” vit sótu og hitaðu okkum og høvdu pausu frá kavaspælinum.Vit føldu okkum sædd hoyrd og elskað – tað var onkur sum hevði tíð til okkum -

Ein herlig tíð 😊

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345