Nú fer ikki at bera til at kæra navngivin heilsustarvsfólk

Nú fer ikki at bera til at kæra navngivin heilsustarvsfólk
Fólk í Føroyum fáa møguleika at kæra um alla sjúkugongd í føroyska heilsuverkinum
Nýggj lóg um kærur um viðgerð í heilsuverkinum er á veg.
 
25.12.2025 - 11:33

Nú skulu fólk í Føroyum fáa møguleika at kæra um alla sjúkugongd í føroyska heilsuverkinum.

Eitt uppskot er gjørt um at broyta lógina um kærur og endurgjald, tá ræður um viðgerð í heilsuverkinum.

Harumframt kemur víðkaða kærugongdin at virka sum verja hjá heilsustarvsfólki.

Broytingin er, at kærur sum meginregla vera viðgjørdar sum ein kæra um alla viðgerðargongdina, heldur enn sum kæra móti einum ávísum navngivnum heilsustarvsfólki, sigur landsstýrið. 

Einstaklingsmál

Bara í serligum førum kann Styrelsen for Patientklager avgera, at mál skal viðgerast sum einstaklingsmál móti navngivnum heilsustarvsfólki.

Tað verður gjørt, um mett verður, at viðkomandi í stóran mun hevur misshildið sínar skyldur.

Sambært galdandi lóg er bara møguligt at kæra eitt ávíst navngivið heilsustarvsfólk.

Tær kærurnar viðger Sundhedsvæsenets Disciplinærnævn. 

Samanumtikið verður mett, at verandi skipan er viðbrekin og ikki tænir sínum endamáli á nøktandi hátt, hvørki fyri fólk ella heilsustarvsfólk, sigur landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542