Áki Samuelsen fer at spæla við svensku meistarunum

Áki Samuelsen fer at spæla við svensku meistarunum
Svensku meistararnir Mjällby hava gjørt sáttmála við fyrrverandi HB-spælaran Áka Samuelsen, sum seinasta kappingarár spældi við norska felagnum Ranheim Fotball
Áki Samuelsen fer at spæla við nummar 23 á rygginum í Mjällby
Mynd: Mjällby AIF  
 
28.12.2025 - 11:29

Tað er nú greitt, at Mjällby AIF keypir Áka Samuelsen úr sáttmálanum, sum hann hevði við Ranheim, sum spælir í næstbestu norsku deildini.

21 ára gamli Samuelsen hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur í HB. Eftir nøkur ár í ungdómaakademiinum hjá FC Midtjylland, vendi hann aftur til Føroya í 2020. Sambært FaroeSoccer, so hevur hann spælt 119 dystir fyri besta liðið hjá HB og skorað 50 mál. Áki hevur eisini umboðað Føroyar í 15 U21-landsdystum og hevur verið partur av øllum føroysku ungdómslandsliðunum gjøgnum ungdómsárini. 

Kappingarárið 2024 skoraði Áki Samuelsen 12 mál í Betri Deildini fyri HB, og gjørdist toppskjútti hjá liðnum.

Í januar í ár gjørdi Áki sáttmála við norska Ranheim Fotball, har hann í alt skoraði 11 mál og legði upp til 11 mál í 30 dystum, og tað hevur fingið svensku meistararnar at leggja sjey milliónir krónur á borðið fyri at fáa fatur á Áka Samuelsen, skal mann trúgva norsku Nettavisen.

- Hann er ein ungur spælari, ið kann menna seg nógv, og sum hevur staðið seg sera væl í Ranheim í Noregi. Hann er tekniskt dugnaligur, stuðlar við nógvum málstigum og hevur sterkan endaspurt. Harumframt fáa vit ein nýggjan tjóðskap á Strandvallen, sigur ítróttarstjórin hjá Mjällby, Hasse Larsson, við heimasíðuni hjá felagnum.

HB fær 10 prosent 
Áki Samuelsen bleiv seldur til norska Ranheim undan hesum kappingarárinum. Prísurin tá var umleið 450.000 krónur, umframt at HB skuldi fáa tíggju prosent av eini víðari sølu. Passar prísurin, sum Nettavisen skrivar, so fær HB umleið 700.000 krónur afturat. Hetta merkir, at virðið á Áka Samuelsen er meira enn tíggjufalda, síðani skifti til OBOS-liguna í Norra.

- Nú veit eg bara tað, sum miðlarnir skriva, men tað kann undra meg, at ein spælari kann fara so langt upp í virði upp á eitt ár. Eg havi sagt tað fyrr, og kann gott siga tað, eg haldi at føroysk feløg duga ov illa at seta prís á sínar spælarar, segði Ransin N. Djurhuus, formaður í HB, við Kringvarpið beint fyri jól.

Sáttmálin hjá Áka Samuelsen við Mjällby er galdandi til og við kappingarárið 2030.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132