Fiskiveiðiavtalan og svartlistingin hanga saman

Fiskiveiðiavtalan og svartlistingin hanga saman
At svartlista russisku reiðaríðini Murman Seafood og Norebo JSC var ein greið strategi frá føroyskari síðu, tá ið fiskiveiðuavtala varð gjørd við Russland í gjár
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum.
 
31.12.2025 - 13:27

Tá ið fiskiveiðuavtala fyri 2026 varð undirskrivað við Russland í gjár, varð ikki bara samráðst um, hvussu nógvan fisk londini skuldu sleppa at fiska hjá hvørjum øðrum, men eisini ein samráðing um at útihýsa tveimum russiskum reiðaríðum, Murman Seafood og Norebo JSC, úr Føroyum.

- Samráðingarnar byrjaðu við, at vit søgdu, at vit seta avmarkaði tiltøk í verk.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum.

 

Samráð við uttanlandsnevndina

Í lógina um heimild at seta avmarkandi tiltøk í verk móti Russlandi, varð sagt, at landsstýriskvinnan eisini skuldi ráðføra seg við uttanlandsnevndina, áðrenn nøkur tiltøk verða sett í verk.

Tað er gjørt, sigur Sirið Stenberg.

Í avtaluni stendur, at ikki bara tvey russisk reiðaríð verða svartalistað, men at russiski skuggaflotin eisini verður svartlistaður.

Hetta verður gjørt fyri at gera tað sama, sum onnur lond gera. 

 

1785767

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV