Trivnaðarnevndin viðger pensjónsaldurin

Trivnaðarnevndin viðger pensjónsaldurin
Við lógaruppskotinum verður pensjónsaldurin 69 ár í 2038
Jørgen Niclasen er formaður í trivnaðarnevndini, sum viðger uppskotið hjá landsstýrinum um at hækka pensjónsaldurin.
 
08.01.2026 - 08:08

Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum fer fyrrapartin at viðgera lógaruppskotið um at hækka pensjónsaldurin.
 
Nevndin hevur sent boð eftir Landsfelag Pensjónista, Heilsuhjálparafelagnum, Næmingaráðnum á Glasi, Fakfelagssamstarvinum, Samtaki, Búskaparráðnum og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Eisini skal landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum møta í trivnaðarnevndini saman við Almannaverkinum.
 
Við lógaruppskotinum verður pensjónsaldurin 69 ár í 2038. Eisini leggur lógaruppskotið upp til, at at løgtingið fyri1.januar 2031 skal taka støðu til, hvør pensjónsaldurin verður í 2041. Og fyri 1.januar 2034 skal løgtingið taka støðu til, hvør pensjónsaldurin verður í 2044.
 
Endamálið við lógaruppskotinum er at betra um haldførið í føroyska búskapinum, sigur landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523