Vil hava samhaldsfasta skipan um bygdagøtur

Vil hava samhaldsfasta skipan um bygdagøtur
Eftir galdandi lóg bera kommunur einsamallar kostnaðin av bygdagøtum, men úrslitið kann vera færri bygdagøtur, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu
Sunda kommuna hevur bæði ferðavinnupolitikk og ferðavinnuætlan.
 
09.01.2026 - 09:59

Allar kommunur skuldu á nýggjárinum lata inn eina ferðavinuætlan.

Jn.fo skrivar, at 20 kommunur hava latið ætlan inn. 

Ein av stóru ferðavinnukommununum í landinum er Sunda kommuna, sum hevur bæði ferðavinnupolitikk og ferðavinnuætlan.

 

Eyðstein Zachariasen.

 

Kommunan hevur longu boðað frá, at útgangsstøði verður tikið í verandi ferðavinnuætlan, men at dagføringar skulu gerast. 

Ein avbjóðing eru bygdagøturnar, sum kosta nógv at halda, og eftir verandi lóggávu skal kommunan einsamøll bera kostnaðin.

Verður tað ikki broytt til eina samhaldsfasta skipan, kann henda, at úrslitið verður færri bygdagøtur enn í dag.

Hoyr samrøðu við Eyðstein Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, í útvarpstíðindunum: 

 

09012025_Bygdagotur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542