Fiskiveiðiavtalan við íslendingar er bara galdandi til 1. august

Fiskiveiðiavtalan við íslendingar er bara galdandi til 1. august
Íslendingar vilja sleppa at samráðast um avtalu fyri 2027 sum skjótast, og tað taka føroyingar undir við
Botnfiskakvotan í íslendskum sjógvi í ár er 5.600 tons. Av hesum kunnu 2.400 tons vera toskur.
 
13.01.2026 - 14:22

Fiskiveiðisáttmálin millum Føroyar og Ísland í ár er í fyrsta umfari bara galdandi til 1. august.

Nýggi sáttmálin er komin í gildi í dag, men hann er bara galdandi fyribils, tí Ísland eftir ársskiftið setti fram ynski um, at samráðingarnar um fiskiveiðiavtaluna fyri 2027 byrja sum skjótast.

Í vár verður støða tikin til, um sáttmálin í ár skal leingjast.

Samráðast síðst í januar
Tilfeingis- og vinnumálaráðið sigur, at hóast íslendska ynskið átti at verið borið fram í góðari tíð fyri ársskiftið, taka Føroyar undir við byrja samráðingarnar fyri 2027 beinanvegin. Fyrsta samráðingarumfarið verður síðst í januar, og Føroyar vera vertur.

Avtalan - sum also bara er galdandi fyribils til 1. august - ásetir, at føroyska botnfiskakvotan verður 5.600 tons í íslendskum sjógvi. Av hesum kunnu 2.400 tons vera toskur og upp til 400 tons brosma.

30.000 tons av lodnu
Lodnukvotan verður framhaldandi fimm prosent av heildarkvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons. 

Íslendsk skip kunnu fiska 1.300 tons av makreli í føroyskum sjógvi. Londini kunnu framhaldandi fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum. 

- Avtalan byggir á sama leist sum árini frammanundan, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum, men hon er fyribils bara galdandi til 1. august í ár:

Eirikur_i_Jakupsstovu_um_fiskisamradingar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666