Styrkt eftirlit við fregnartænastu

Styrkt eftirlit við fregnartænastu
Ein lógarbroyting er á veg í Føroyum, sum skal styrkja eftirlitið við fregnartænastu í Danmark
 
13.01.2026 - 07:16


Ein lógarbroyting er á veg í Føroyum, sum skal styrkja eftirlitið við fregnartænastum í Danmark.

Eftirlitið verður styrkt á tann hátt, at málsræðið hjá "Tilsynet med Efterretningstjenesten" verður víðkað til eisini at fevna um eitt eftirfylgjandi legalitetseftirlit við uppgávununum, sum PET, fregnartænastan hjá politinum, ger.

Slíkar uppgávur eru millum annað at fyribyrgja og kanna yvirgang og njósning og forða fyri teimum.

Hetta eftirlitið, sum er á veg, skal tryggja, at PET heldur lógirnar.

Talan er um sjálva lógina um PET, fyrisitingarligar fyriskipanir, vanligar fyrisitingarligar reglur og meginreglur og altjóða skyldur, millum annað evropeiska mannarættindasáttmálan.

Fyri at styrkja fakligu karmarnar fyri skrivstovuavgreiðsluna hjá eftirlitinum er ein deild hjá danska dátueftirlitinum sett at virka sum skrivstova hjá Tilsynet med Efterretningstjenesten. 

Ein onnur lógarbroyting, sum er til hoyringar nú, skal verja varskógvarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167