- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arnes Minde stendur nú í 27 milliónum

Tað skuldi kosta umleið 12 milliónir krónur at umvæla gomlu húsini á vegamótinum Kirkjuvegur-Bringsnagøta í Havn til kirkjustovu, men útreiðslurnar at gera húsini í stand krupu uppeftir, og komu upp í slakar 22 milliónir við ráðgeving.
Kirkjuráðið keypti gomlu býráðshúsini frá kommununi fyri 3,5 milliónir í 2015. Tilsamans er rokningin við meirvirðisgjaldi nú komin upp í 27 millliónir. Tað vísa skjøl, sum kringvarpið hevur fingið innlit í.
Men kirkjuráðið við Havnar kirkju hevur fingið eitt gott hús, heldur forkvinnan í kirkjuráðnum, Kristianna Winther Poulsen.
Kirkjustovan verður nógv brúkt til kaffi eftir gudstænastur, vøggusang og annað, upplýsir forkvinnan.
Ætlanin er eisini, at kirkjukontórið skal flyta inn, eins og prestarnir nú hava skrivstovur í Arnes Minde.
Í nógv verri standi
Upprunaliga tilboðið at umvæla húsini var slakar 12 mill.kr. Við eyka arbeiðum kostnaði umvælingin um 15 mill.kr.
Men tá handverkarar fóru at umvæla húsini, og alt varð tikið innan úr, komu teir eftir, at húsini vóru í nógv verri standi enn roknað varð, tá tey vórðu keypt.
Neyðugt var við nýggjum betonggólvi í kjallaranum. Grótveggirnir máttu takast niður, tí grundin stóð á eyri. Fýrur var eisini í undirsløgum. Haraftrat varð neyðugt at skifta alla yvirtromina. Skjøl vísa, at hesi óvæntaðu arbeiðini komu upp í fimm milliónir.
Av tí at húsini vóru í verri standi enn upprunaliga hildið, og kostaðu meira at endurgera, søkti kirkjuráðið í 2024 Tórshavnatr kommunu um 3,7 milliónir í ískoyti til óvæntaðu eykaarbeiðini.
Fáa ongan stuðul
Eftir fundir millum kommununa og bygginevndina hjá kirkjuráðnum - og fundir í býráðsnevndum - mæltu kommunustjórin, trivnaðarstjórin og mentanarleiðarin til at vísa umsóknina um stuðul frá sær vegna vantandi heimild í galdandi lóggávu og byggisamtykt.
Mentamálanevnd býráðsins samtykti tí í desember ikki at veita stuðul. Tað merkir, at kirkjuráðið skal rinda allar 27 milliónirnar, sum er fíggjaðar við kirkjuskatti.
Forkvinnan í kirkjuráðnum, Kristianna Winther Poulsen, hevur onga viðmerking til málið nú. Men hon fer at taka málið upp á komandi fundi í kirkjuráðnum. Tað skilst, at ráðið er ikki nøgt við samtyktina hjá mentamálanevndini.



























