Kannar enn hóttanir

Kannar enn hóttanir
Politiið kannar enn málið um hóttanir móti tingfólki, sum atkvøddu fyri broytingini í fosturtøkulógini, tað er fyri fríari fosturtøku
Fyrru ferð fall uppskotið um fosturtøku, men tað var samtykt aðru fer, tað var í løgtinginum.
 
16.01.2026 - 06:14

Politiið kannar enn málið um hóttanir móti tingfólki, sum atkvøddu fyri broytingini í fosturtøkulógini, tað er fyri fríari fosturtøku.

Í fyrsta lagi um tvær vikur eru kanningarnar lidnar, sigur Jógvan Páll Joensen, varaløgregluovasti.

14 politikarar hava boðað frá hóttanum.

Tað var fyrst í desember, at tingfólk boðaðu frá, at tey vóru hótt á sosialum miðlum ella við sms-boðum.

Politiið veit ikki rættiliga enn, hvør hótti, ella, um fleiri enn ein hótti.

Men tað er júst tað, sum verður kannað nú.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329