Milliónir í leigustuðli

Milliónir í leigustuðli
Verður talan um 1.200 húski, sum í miðal fáa 1.200 kr. um mánaðin, kostar leigustuðulin landinum 17 mió. kr. í ár
Í summar fáa tey, sum leiga bústað, pengar frá landinum.
 
16.01.2026 - 07:08

Í 2024 vóru leiguinntøkurnar fyri bústaðir 92 mió. kr. sambært tølum hjá Taks.

1.150 matriklar vóru leigaðir, so miðalleigan var 6.700 um mánaðin. 

Men privatir leigubústaðir eru helst eitt sindur fleri enn 1.150, tí fleiri enn eitt leigumál kunnu vera á sama matrikli, sigur Taks eisini.

Harumframt eru leysliga mett 700 til 800 vinnulig leigumál, meginparturin er hjá Bústøðum og Mark. 

Fáa til dømis 1.000 húski í miðal 1.000 kr. um mánaðin í leigustuðli, kostar tað landskassanum 12 mió. kr. í ár,.

Verður talan um 1.200 húski, sum í miðal fáa 1.200 kr. um mánaðin, kostar leigustuðulin 17 mió. kr. í ár.

Uppskot er gjørt um lóg um leigustuðul, og tað er til hoyringar í løtuni.

Stuðulin verður 20 prosent av húsaleiguni, tó í mesta lagi 1.500 kr. um mánaðin. 

Húski við einum vaksnum, sum hevur inntøkugrundarlag upp til 350.000 kr., kunnu fáa fullan 
leigustuðul. 

Leigustuðulin minkar fimm prosent av inntøkuni, sum er yvir 350.000 kr.

Inntøkan avgerandi 

Húski við tveimum ella fleiri vaksnum og inntøkugrundarlagi upp til 500.000 kr., fáa fullan 
leigustuðul. 

Og eisini har minkar stuðulin fimm prosent av inntøkuni, sum er yvir 500.000 kr.

Bara langtíðarleigumál, tað eru leigumál, sum vara longri enn tríggjar mánaðir, fáa leigustuðul.

Almannaverkið sigur, at brúk verður fyri tveimum til fýra fólkum at umsita leigustuðulin.

Ætlanin er, at lógin kemur í gildi 1. juli.

Fyrsti stuðulin verður latin í august.

Les uppskotið her. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167