Norðurlondini: Bert Ísland snávaði í fyrsta umfari

bannari
Norðurlondini: Bert Ísland snávaði í fyrsta umfari
Sum heild gekk væl hjá Norðurlondunum í fyrstu dystunum í miðumfarinum. Danmark, Norra og Svøríki vunnu sínar dystir, men Ísland tapti tepurt
Jóhan á Plógv Hansen skeyt tvey mál upp á brotskast, tá Danmark vann á Fraklandi í miðumfarinum
Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix  
 
24.01.2026 - 11:46

Sum heild fingu Norðurlond góða byrjan í miðumfarinum í EM-endaspælinum í hondbólti. Danmark, Norra og Svøríki vunnu sínar fyrstu dystir, meðan Ísland snávaði í teprum tapi.

OL-vinnararnir og heimsmeistararnir úr Danmark vóru undir ávísum trýsti eftir tapið fyri Portugal í bólkaspælinum, og í fyrsta dystinum í miðumfarinum ímóti Fraklandi vóru danir leingi aftanfyri.

Tá tað veruliga stóð á, megnaði Danmark kortini at venda dystinum við Mathiasi Gidsel á odda. Jóhan á Plógv Hansen skoraði tvey mál upp á brotskast.

 

Norra vann gýsara

Norra vann á Spania í sonnum gýsara. Spaniólar høvdu eina tepra leiðslu stóran part av dystinum, men ímóti endanum yvirhálaðu norðmenn, og Berlin-liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum, Tobias Grøndahl, avgjørdi til 35-34 í síðsta minutti.

Svøríki skuldu royna seg ímóti Slovenia, sum vann bólkin hjá Føroyum. Slovenar vóru omaná fyri steðgin, men í seinna hálvleiki vaknaðu sviar og vunnu nokkso sannførandi 35-31. 

 


Mynd: Andreas Hillergren/TT/Ritzau Scanpix

 

Ísland snávaði

Ísland snávaði í jøvnum dysti ímóti Kroatia. Kroatar løgdu seg framum tíðliga, men hóast íslendingar fleiri ferðir vóru nær við, eydnaðist ongantíð at koma upp á javnt. Tí vann Kroatia til endans 30-29.

Í dag eru tríggir dystir á skránni. Frakland og Portugal bresta saman klokkan 14.30, Danmark og Spania spæla klokkan 17.00, og í síðsta dystinum klokkan 19.30 spæla Norra og Týskland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194