Ingilín D Strøm: Ber væl til at røkka málinum um einki útlát

Ingilín D Strøm: Ber væl til at røkka málinum um einki útlát
Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum heldur, at uppskotið um veðurlagslóg er signalpolitikkur
Sambært uppskotinum skulu Føroyar hava null útlát av vakstrarhúsgassi í 2050.
 
30.01.2026 - 10:25

- Eg haldi, at tað ber væl til at røkka málinum, um at vit einki útlát skulu hava av veðurlagsgassi bæði á landi og sjógvi í 2050.

Tað sigur Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum, sum fegnast um, at Føroyar nú fáa eina veðurlagslóg.

 


Ingilín D. Strøm.
 

Løgtingið viðgjørdi uppskotið um veðurlagslóg í gjár. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, eigur uppskotið, og endamálið er, at vit skulu hava null útlát av vakstrarhúsgassi í 2050, bæði á landi og sjógvi.

Fleiri politikarar - serliga í andstøðuni - vístu á, at tað er ómøguligt at røkka hesum máli.

 


Helgi Abrahamsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum sigur, at tað er gott at seta sær mál á grøna økinum, men hann heldur hetta vera meira signalpolitikkur hjá samgonguni, enn veruligur veðurlagspolitikkur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30012026_Vedurlagslog

 

Uppskotið um veðurlagslóg er farið í rættarnevndina til viðgerðar.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065