"Leave me breathless" við á framsýning á Arken

"Leave me breathless" við á framsýning á Arken
Jóhan Martin Christiansen fegnast um at hava eitt verk við á framsýningini 55.6 Nord, sum lat upp á samtíðarlistasavninum Arken hósdagin
Verkið "Leave me breathless"
 
06.02.2026 - 13:40

Í morgin letur framsýningin 55.6 North upp á samtiðarlistasavninum Arken í Ishøj í Danmark. 

Á framsýningini verða sýnd listaverk, ið Arken hevur keypt seinastu árini. Millum listafólkini er Jóhan Martin Christiansen - ein av heilt fáum føroyingum, ið hava fingið listaverk sýnd fram á Arken. Hann fegnast um møguleikan: 

- Hetta havi eg droymt um í nøkur ár, so tað eri eg sera fegin um. Eisini at vera partur av hesum hópinum av listafólki, sigur Jóhan Martin Christiansen.

 

Verkið hjá Jóhan Martin Christiansen. Í bakgrundini sæst málningur hjá listakvinnuni Apolonia Sokol.

55.6 stig norður er breddarstigin, sum Arken liggur á, men sum eisini fer gjøgnum eitt nú Póland, Ukraine, Russland, Norðurkina, Alaska, Kanada og Ongland áðrenn vit enda aftur í Danmark. Øll listafólkini, eini 24 í tali, hava tilknýti til eitt norðurlond, men í listini eru rivur, sum lata okkum ferðast inn og úr norðurlendska økinum. 

Listafólkini eru: Nanna Abell, Villiam Miklos Andersen, Merete Barker, Kinga Bartis, Nina Beier & Bob Kil, Emilia Bergmark, Jóhan Martin Christiansen, Ditte Ejlerskov & EvaMarie Lindahl, Olafur Eliasson, Elmgreen & Dragset, Kåre Frang, Tore Hallas, Martin Brandt Hansen, Jessie Kleemann, Miriam Kongstad, Elina Merenmies, Esko Männikkö, Rasmus Myrup, Eva Helene Pade, Tabita Rezaire, Apolonia Sokol, Inuuteq Storch og SUPERFLEX.

Í lýsingini av framsýningini stendur millum annað, at vit liva í eini tíð við geopolitiskum skiftum, har sambandið hjá norðurlondum við serliga USA og Russland broytist. Men hvat er tað, sum broytist, hvussu uppliva vit hesa nýggju relatiónina við umheimin, og hvussu fyrihalda vit okkum til norðurlendskar siðvenjur, mentanir og hugsjónir í hesi broyting.

Arken hevur keypt fleiri verk frá Jóhan Martin Christiansen, og verkið, ið sýnt verður á framsýningini 55.6 North, eitur "Leave me Breathless":

- Talan er um gipsrelieffini, sum eg havi arbeitt við í nøkur ár eftirhondini, sum eru avstoypingar av pappkassum. Heitið kemur kanska úr poppheiminum, men hevur eitt inniligt brá yvir sær og sum samstundis peikar á evni sum lív, deyða, kærleika og pínu.  

Samtíðarlistasavnið Arken er í sjálvum sær áhugvert at síggja og uppliva. Bygningurin er bygdur í dekonstruktivistiskum stíli. Danski arkitektruin Søren Robert Lund teknaði Arken, meðan hann var lesandi, og bygningurin hevur skap sum eitt skip, ið er rent á land. Arken fyllir 30 ár í ár, og fær nýggjan stjóra, Johan Holten, í apríl í ár.

 

Samtíðarlistasavnið Arken ímyndar eitt skip, ið er rent á land.

 

Lurta eftir samrøðuni við Jóhan Martin Christiansen

 

1793540

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176