"Leaving me breathless" við á framsýning á Arken

"Leaving me breathless" við á framsýning á Arken
Jóhan Martin Christiansen fegnast um at hava eitt verk við á framsýningini 55.6 Nord, sum lat upp á Arken hósdagin
 
06.02.2026 - 11:31

Í morgin letur framsýningin 55.6 stig norður upp á samtiðarlistasavninum Arken í Ishøj í Danmark. 

Á framsýningin verða sýnd listaverk, ið Arken hevur keypt seinastu árini, og millum listafólkini er Jóhan Martin Christiansen. Hann er ein av heilt fáum føroyingum, ið hava fingið listaverk sýnd fram fram á Arken, og fegnast tí um møguleikan: 

- Tað haldi eg, at eg havi droymt um í nøkur ár eftirhodnini, og so knappliga ringdu tey. So tað eri eg sera fegin um, og eisini at vera partur av hasum hópinum av listafólkum.

55.6 stig norður er breddarstigin, sum Arken liggur á, men sum eisini fer gjøgnum eitt nú Poland, Ukraine, Russland, NorðurKina, Alaska, Canada og England, áðrenn vit enda í Norðulandinum Danmark aftur. Øll listafólkini, sum eru eini 24 í tali, hava tilknýti til Norðurlond, men í teirra list rivur, sum lata tey fara inn og úr norðurlendska økinum. 

Tey eru: Nanna Abell, Villiam Miklos Andersen, Merete Barker, Kinga Bartis, Nina Beier & Bob Kil, Emilia Bergmark, Jóhan Martin Christiansen, Ditte Ejlerskov & EvaMarie Lindahl, Olafur Eliasson, Elmgreen & Dragset, Kåre Frang, Tore Hallas, Martin Brandt Hansen, Jessie Kleemann, Miriam Kongstad, Elina Merenmies, Esko Männikkö, Rasmus Myrup, Eva Helene Pade, Tabita Rezaire, Apolonia Sokol, Inuuteq Storch, SUPERFLEX.

Í lýsingini av framsýningini stendur millum annað, at hetta er ein tíð við geopolitiskum skiftum, og har sambandið hjá norðurlondum við kanska serliga USA og Russland broytist. Men hvat er tað, sum broytist, hvussu uppliva vit hesa nýggju relatiónina við umheimin, og hvussu fyrihalda vit okkum til norðurlendskar siðvenjum, mentanum og hugsjónir í hesi broyting.

Arken hevur keypt fleiri verk frá Jóhan MArtin Christiansen, og verkið, ið sýnt verður fram á framsýningini 55.6 Nord eitur LEaving me Breathless:

- Talan er um gipsrelieffini, sum eg havi arbeitt við nøkur ár eftirhondini, sum eru avstoypingar av pappkassum. Heitið kemur kanska úr poppheiminum, men hevur eitt inniligt brá yvir sær og sum samstundis peikar á evni sum lív, deyða, kærleika og pínu.  

Arken er í sjálvum sær áhugvert at síggja og uppliva. Bygningurin er bygdur í dekonstrukitivtiskum stíli, og íyndar eitt skip, ið er rent á land. Danski arkitektruin Søren Robert Lund teknaði Arken, meðan hann var lesandi, og bygningurin hevur skap sum eitt skip, ið er rent á land. Arken fyllir sostatt eisini 30 ár í ár, og fær nýggjan stjóra Johan Holten í apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968