Ruth Vang um landsvegin við Streymin: Okkurt má gerast

Ruth Vang um landsvegin við Streymin: Okkurt má gerast
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer nú at raðfesta at fáa Landsverki játtan til at syrgja fyri, at trygdin verður í lagi við Streymin
Ruth Vang, landsstýriskvinna, sum varðar av Landsverki, lovar, at nú skal okkurt henda, soleiðis at Ferðslutrygdin við Streymin kann betrast.
Mynd: Bjarni Rubeksen  
 
07.02.2026 - 13:24

- Tað er greitt fyri øllum, at vergastrekkið á landsvegnum við Streymin er eitt sera keðiligt strekki, og at har má okkurt gerast.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum nú fer at raðfesta at fáa Landsverki játtan til at syrgja fyri, at trygdin verður í lagi við Streymin.

Ferðslutrygdin við Streymin má betrast

Einn eitt ferðsluóhapp fekk ígjár Eyðstein Zachariasen, borgarstjóra í Suna Kommunu at rópa varskó. Í nógv ár hevur verið gjørt vart við trupulleikan, men einki hevur verið gjørt, segði hann við Dag og viku í gjárkvøldið.

Tað er Landsverk, sum varðar av landsvegastrekkinum við Streymin, og Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari á Landsverki, segði í Degi og viku, at játtanin røkkur ikki til at gera vegin tryggan.

Ruth Vang, landsstýriskvinna, sum varðar av Landsverki, lovar, at nú skal okkurt henda.

Hoyr samrøðu við Ruth Vang her: 

 

1793718

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507