Ferðslutrygdin við Streymin má betrast

Ferðslutrygdin við Streymin má betrast
Aftur í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við Streymin. Í áravís hava fólk og myndugleikar rópt varskó um vánaligu ferðslutrygdina í økinum
Fotografur: Gestur Lómstein
06.02.2026 - 20:05

Borgarstjórin í Sunda kommunu rópar nú varskó, nú aftur eitt ferðsluóhapp var á vegamótinum við Streymin.

Tað er ikki fyrstu ferð eitt ferðsluóhapp ella vanlukka er júst her. 

Og nú má okkurt gerast við ferðsluviðurskiftini á strekkinum, sigur Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

Aðrir borgarstjórar hava eisini gjørt vart við ferðslutrygdina.

Skelti eru sett upp og ferðin sett niður. Nakað, sum fyrrverandi borgarstjóri, Heðin Zachariasen, m.a. mælti til sum fyribils loysn.

Men hetta er ikki nóg mikið, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu.

Tvær møguligar loysnir liggja á borðinum. Ein tunnil undir landsvegnum ella ein rundkoyring, sum kann gera strekkið tryggari.

Landsverk: Játtanin røkkur ikki til meira

Landsverk, sum varðar av landsvegastrekkinum við Streymin, ætlar nú at seta ferðgáar upp. Teir skulu ávara fólk, um tey koyra ov skjótt. Men pengarnir røkka ikki til meira, sigur Landsverk.

Hoyr eisini Lovisu Petersen Glerfoss, stjóra í Ráðnum fyri ferðslutrygd, sum var gestur í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329