Raksturin batnaði hóast mótrák

Raksturin batnaði hóast mótrák
Raksturin hjá Bakkafrosti gav 295 milliónir krónur í vinningi í fjórða ársfjórðingi í fjør
295 miliónir rætta vegin í fjórða ársfjórðingi.
 
09.02.2026 - 07:33


Raksturin hjá Bakkafrosti gav 295 milliónir krónur í vinningi í fjórða ársfjórðingi í fjør.

Í fjórða ársfjórðingi í 2024 var vinningurin 280 mió. kr.

So raksturin batnaði, hóast mótvind á marknaðinum, sigur Bakkafrost,

Tøkan í Føroyum var 23.312 tons og 4.579 tons í Skotlandi.

Hetta er meira enn í 2024.

Fíggjarliga úrslitið í fjórða ársfjórðingi var tó ikki nøktandi, sigur Bakkafrost. 

Stórt útboð

Stóra útboðið av laksi trýsti marknaðarprísirnar niður stóran part av ársfjórðinginum. 

Harumframt rakti felli skotska virksemið í Portree í oktober.

Tað var avleiðing av sjúkuni, sum áður fráboðað rakti fiskin har í triðja ársfjórðingi.

Men betraða rakstrargongdin er tó hugalig, nú vit hyggja fram móti 2026, har útlitini eru betri á marknaðinum, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Hann væntar, at útboðið av laksi verður enn meira avmarkað frá øðrum ársfjórðingi í ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751