Søkja eftir stjóra til Strandfaraskip landsins

Søkja eftir stjóra til Strandfaraskip landsins
Stjórin skal ganga á odda við at skipa trygt og mennandi arbeiðsumhvørvið fyri starvsfólk hjá Strandferðsluni
 
13.02.2026 - 18:59

Í lýsingini eftir stjóra skrivar Fíggjarmálaráðið, at stjórin stendur á odda fyri Strandfaraskipum landsins og tryggjar, at stovnurin verður skipaður og mentur í samsvari við nútíðar tørv, og skal menna greiðan leiðslu- og fyrisitingarhugburð, sum hóskar til ein virkisfýsnan almennan stovn. Tað er umráðandi, at stjórin hevur góð evni at áseta greið strategisk mál og at raðfesta uppgávur, - hann dugir at vísa fíggjarligt skynsemi og at veita landsstýrinum góða og álítandi ráðgeving. 

Stjórin skal vera málsøkin og hava evni at skapa ró, tá ið støðan kann gerast trupul, stendur í lýsingini.

Stóra uppgávu

Høvuðsuppgávurnar hjá Strandferðsluni eru at skipa fyri sjóvegis fólkaflutningi og farmaflutningi umframt landvegis fólkaflutningi kring alt landið. 

Strandferðslan er í holt við at endurnýggja miðalstóru og smærru ferjurnar á Oyggjaleiðum, og Bygdaleiðir verða skjótt bjóðaðar út av nýggjum. 

Høvuðsskrivstovan og fyrisitingin er staðsett á Tvøroyri, - umsóknafreistin er á grækarismessu, 12. mars, skrivar fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329