33 milliónir afturat til H-bygningin

33 milliónir afturat til H-bygningin
Breið, politsk semja er um at játta 33 milliónir krónur afturat til at tetta lekarnar í H-bygninginum
Sambært upplýsingum frá Landsverki, sum er byggiharri, er vavið av lekum í H-bygninginum stórt
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
19.02.2026 - 18:39

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við at játta 32,8 milliónir krónur afturat til H-bygningin.

Pengarnir skulu brúkast til at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum, sum lekur illa.

Sambært upplýsingum frá byggiharranum Landsverk er vavið av lekum stórt. Neyðugt er at umvæla ella skifta stóran part av klædninginum - sonevnda klimaskerminum - skifta vindeygu, skifta út hurðar, umframt annað arbeiði fyri at bygningurin gerst tættur. 

Eisini hava nógvu lekarnir havt við sær aðrar fylgiskaðar. 

Landsverk hevur upplýst fyri fíggjarnevndini, at tað hevur skund at fáa H-bygningin lidnan. Annars verða skaðarnir á bygningin - sum er spildurnýggjur og bara partvís tikin í nýgslu - enn størri.

Í álitinum frá fíggjarnevndini stendur eisini, at "um alt gongur eftir ætlan, so verður allur H-bygningurin tikin í nýtslu við árslok 2026."

Undir viðgerðini hevur fíggjarnevndin eisini fingið upplýst, at samlaði kostnaðurin fyri H-bygningin - við nýggjastu eykajáttanini - verður 834 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449