Uni Debess við nýggjum tilfari beinleiðis úr Studio 5

Uni Debess við nýggjum tilfari beinleiðis úr Studio 5
Saman við Una í útvarpsstovuni eru Edvard Nyholm Debess á bassinum og Finnur Hansen við klaverið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.02.2026 - 11:12

Uni Debess er farin undir eina stóra verkætlan, sum ætlandi fevnir um heilar tríggjar tónleikaútgávur.

Ein er við nýggjum løgum, ið eru sett til yrkingar hjá langabbanum, Nyholm Debess. 

Hann var  føddur í 1882 í Havn. Sekstan ára gamal fór hann í 1898 yvir til Bergen í rørleggjaralæru, og tá hann í 1904 kom heim aftur til Havnar, bar hann við sær minnið um felagsskap og samanhald millum ungdóm í Noregi. 

Nyholm Debess var samfelagsáhugaður maður, sum drúgt áramál røkti politiskt starv bæði sum býráðslimur í Havn og sum løgtingsmaður umboðandi Sjálvstýrisflokkin. Nyholm Debess var eisini yrkjari og týðari, skrivar Árni Dahl í Bókmentasøga I-III


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Fyri 20 árum síðani, í 2006, læt Uni frá sær fløguna Gangi eg. Og nú kemur aftur ein útgáva við nýggjum løgum, ið verða sett til yrkingar eftir langabban. 

- Tað er áhugavert at síggja, hvussu hann skrivaði, og hvørjar vendingar, hann brúkti, sigur Uni Debess.

Onnur útgáva er við løgum hjá pápa Una, Per Debess. Hetta er ein kensluborin tilgongd, ásannar Uni, sum bara var 23 ára gamal, tá pápin doyði.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Hann minnist enn sera væl løtuna, tá pápin stóð við vindeygað og segði, at hann var keddur av, at hann var dottin av í svinginum soleiðis.

Henda løtan og samveran við pápan verða lýst í nýggjum sangi, ið verður spældur beinleiðis úr Studio 5.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Triðja útgávan er við spildurnýggjum, føroyskum tónleiki, sum Uni Debess sjálvur hevur gjørt.



Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Saman við Una í Studio 5 eru Edvard Nyholm Debess á bassinum, og Finnur Hansen situr við klaverið.


1796388



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053