Góður streymur og gott veður

Góður streymur og gott veður
Fiskamarknaðurin væntar tí útróður í vikuni
Mynd: Fimm frystilínuskip eru við Ísland, og tvey eru við Føroyar. (Savnsmynd)  
 
26.02.2026 - 10:46

Streymurin er góður og veðrið verður hampuligt nú í vikuni.

Fiskamarknaðurin væntar tí nakran útróður.

Ísfiskalínuskipið er farið túr norðanfyri at fiska tosk og hýsu. 

Fimm frystilínuskip eru við Ísland, og tvey eru við Føroyar. 

Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum. Teir fiska tosk og nakað av svartkalva og blálongu. 

Tveir eru eystanfyri. Teir fiska svartkalva. 

 

Fimm pør til fiskiskap

Um partrolarar sigur Fiskamarknaðurin, at fimm pør eru úti.

Fiskaríið hjá teimum er heldur slakari nú enn tað hevur verið.

Tveir trolbátar fiska havtasku. 

Tveir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og nakað av reyðsprøku.

Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið hjá teimum er misjavnt. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375